Fyrsti Havnar-forsetin

Hóast Fótbóltssambandið næsta ár fer um tey 30 árini, so er tað nú fyrstu ferð, at føroyski fótbóltsbossurin er úr høvuðsstaðnum

Landafrøðin hevur aloftast havt sína náttúrligu ávirkan á føroyska fótbóltslandslagið, soleiðis at ymsu økini hava havt sína umboðan í nevndini.

Soleiðis er tó ikki heilt í dag. Við at missa Óla Holm misti suðuroyggin sítt umboð, og enn hava Vágar ikki fingið sítt umboð inn fyri Jens Erik Magnussen, sum takkaði fyri seg fyri einum ári síðani.

Hvørja ávirkan hetta ítøkiliga hevur í nevndararbeiðinum, er kanska ilt at siga. Og tað er væl so, at aðalmálið hjá nevndini støðugt er at arbeiða fyri føroyskum fótbólti sum heild og fyri alt landið. Men tað skerst tó ikki burtur, at tað samstundis er ein ávísur tryggleiki fyri økini, at tey øll hava sítt umboð í nevndini.

-mørk


Fakta


Formenn og forsetar

Kristian Olsen Klaksvík 1979-1981

Torleif Sigurðsson Klaksvík 1981-2002

Dánjal Andreasen Leirvík 2002-2004

Óli Holm Vági 2004-2008

Høgni í Stórustovu Havn 2008-