Tíðliga seinnapartin spældu Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Triglav fyrsta kappingardystin í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini í 2026.
Á útivølli leikti Triglav javnt 0-0 móti Beltinci.
Triglav er nummar fimm í deildini við 32 stigum. Triglav hevur 13 stig upp til tvey tey fremstu liðini, Grosuplje og Nafta, ið hava 45 stig hvør.
13 dystir eru eftir at leika, so tað verður torført hjá Triglav at vinna seg fram í oddin.
Komandi sunnudag klokkan 12 kann Triglav tó koma trý stig nærri. Tá kemur oddaliðið, Grosuplje á vitjan á Stanko Mlakar leikvøllinum í Kranj.











