Herfyri vóru umboð fyri Sands kommunu á vitjan hjá byggifyritøkuni, Buli á Signabø.
Tað er Bulur, sum byggir nýggja barnagarðin fyri Sands kommunu, og tað var eisini Bulur, sum bygdi nýggja barnaskúlan á Sandi.
Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður sagt, at arbeiðið gongur væl, og nú eru tey fyrstu elementini til barnagarðin komin upp á trailaravogn.
- Arbeiðið at stoypa sokkul gongur eisini eftir ætlan, eins og allar leiðingar til barnagarðin eru lagdar og tyrvdar.
Lagt verður aftrat, at ein nýggjur barnagarður á Sandi er eitt alneyðugt stig at taka.
- Eitt stig, sum bygdarráðið alt eigur rós fyri, verður sagt á Facebook-vanganum hjá kommununi, nú tey fyrstu elementini eru komin upp á vognin.
Dagføring:
Síðan vit skrivaðu hesar reglur um middagsleitið, er trailaravognur komin til Sands við fyrstu elementunum til nýggja barnagarðin, soleiðis sum niðasta myndir her í greinini vísir.
##med2##
##med3##