Fyrireikararnir handan Faroese Music Awards eru nú til reiðar við fyrstu tilnevningunum til FMA 2020.
Eins og í fjør er talan um tveir flokkar: ein popp/rock flokk og ein opnan flokk, har allar aðrar sjangrur verða flokkaðar.
Yvirhøvur kann sigast, at tað eru ikki nógv nøvn, ið ganga aftur frá undanfarna ári, tá Eivør Pálsdóttir gjørdist tann heilt stóri vinnarin við trimum FMA virðislønum.
Í Popp/rokk flokkinum hevur Reality Bytes fingið fýra tilnevningar, um tilnevningin hjá Daniu O. Tausen sum ársins kvinnuligi sangari verður roknað uppí. Marius DC, Jasmin, Ingi Poulsen og Greta Svabo Bech hava øll trý fingið tríggjar tilnevningar.
Í Opnum flokki hevur Afennginn fingið fýra tilnevningar og Janus Rasmussen tríggjar.
Fyrireikararnir boða eisini frá, at fleiri tilnevningar eru eftir at kunngera, og at listin niðanfyri tí ikki er endaligur. Higartil eru níggju ymsar tilnevningar kunngjørdar, men Ársins nýggja navn og Ársins videolag skulu í øllum førum leggjast aftrat listanum.
Tilnevningarnar til FMA 2020 eru higartil hesar:
POPP/ROKK:
Ársins kvinnuligi sangari:
Maarya
Dania O. Tausen
Greta Svabo Bech
Jasmin
Tamara
Ársins mannligi sangari:
Ingi Poulsen
Lyon Hansen
Marius DC
Ragnar Finsson
Pól Arni Holm
Ársins sangur:
Kostbar - Ingi Poulsen
When I Was A Kid - Flowin
All My Bones - Greta Svabo Bech
Juliet - Lyon
Symphony of Storms - Reality Bytes
Ársins útgáva:
Symphony of Storms - Reality Bytes
The MZA EP - Marius DC
Bones - Greta
I Know It’s Over - Jasmin
The Reson for Hardcore Vibes - Joe & The Shitboys
Ársins bólkur ella einstaklingur:
Ingi Poulsen
Reality Bytes
Marius DC
Joe & The Shitboys
Jasmin
OPIN FLOKKUR:
Ársins sangari ella einleikari:
Janus Rasmussen
Rógvi á Rógvu
Ólavur Jákupsson
Ársins bólkur ella kór:
Føroya Symfoniorkestur
Afenginn
Tórshavnar Big Band
Ársins útgáva ella konsert:
Vín - Janus Rasmussen
Catch - Plúmm
Klingra - Afenginn
Ársins kompositión:
Songs of solitude and night - Sunleif Rasmussen
Skjálvtin - Afenginn
Lilla - Janus Rasmussen