Turið fer at hava fyribyrgjandi venjingar á liði fyri heimabúgvandi pensjónistar.
Fleiri fólk standa á bíðilista til venjingarlið og tey, sum hava bíðað longst, verða tey fyrstu, ið fáa møguleikan. Tilboðið vendir sær til heimabúgvandi pensjónistar í Tórshavnar kommunu, sum á henda hátt kunnu koma á eitt venjingarlið á Tjarnargarði.
Tórshavnar kommuna ynskir við hesum at geva pensjónistum møguleika at venja, soleiðis at tey framhaldandi kunnu hava góða heilsu. Samstundis verða tey betri fyri í tí dagliga og kunnu í størri mun vera sjálvhjálpin.
Umsóknarblað fæst í Snarskivuni til teirra, sum ynskja at melda seg til skipanina. Eisini ber til fáa umsóknarblað á heimasíðuni hjá kommununi.
Kelda: www.torshavn.fo