Góðar vónir í Sundalagnum

- Liðið, sum spældi mikukvøldið, líktist ikki einum liði í kreppu, sigur Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi

EB/Streymur er nú aftur stórfavorittur til at vinna føroyameistaraheitið. Soleiðis var støðan ikki undan summarsteðginum, tá sundalagsmenn óvæntað taptu tríggjar ferðir upp í slag. Fjarstøðan til nærmastu kappingarneytarnar úr NSÍ var fimm stig. Men nú er munurin aftur øktur. EB/Streymur hevur beina kós móti fyrsta FM-heitinum í søgu felagsins við átta stigum niður til annað plássi. Sunnudagin eitur uppgávan Skála á heimavølli.

Egil á Bø, niðurtúrurin hjá EB/Streymi – hevur hann fingið ein enda?

- Liðið, sum spældi mikukvøldið, líktist ikki einum liði í kreppu. Nú skulu vit bara hugsa um at fáa trý stig hvørjaferð. Eg havi í øllum førum góðar vónir, sigur Egil á Bø, liðformaður, sum fyri fyrstu ferð fekk landsliðsboð í gjár.

Sigfríður Clementsen, venjari, hevur somu mans tøkar sum mikudagin. Høgni Zachariasen er langtíðarskaddur, meðan Peter Foldgast er í Danmark, har hann er skurðviðgjørdur fyri skaða í knænum.


Vanta tríggjar leikarar

Á Skála eru teir bjartskygdir. Liðið vann sær trý týðandi stig, tá ÍF vitjaði mikukvøldið, og hóast skálamenn vitja hjá oddaliðnum um vikuskiftið, so eru vónirnar góðar.

- Tað er torført at siga, hvat vit vænta. Vit fara at gera alt fyri at fáa stig, og tað meta vit als ikki verða ómøguligt. Vit hava fingið sjálvsálit frá sigrinum móti fuglfirðingum, men EB/Streymur vann somuleiðis á NSÍ, so har skuldi lagið eisini verið gott, sigur John Petersen, venjari hjá Skála.

Verjuleikarin Arnhold Berg fekk gult kort mikukvøldið, og er leikbannaður til dystin við Margáir. Teitur R. Joensen og Jógvan Joensen eru ikki tøkir vegna skaða, men rumenin Vali Miela er aftur klárur. Hann var leikbannaður seinast.