Góðar vónir um samgongusamstarv

Formaðurin í Miðflokkinum hevur góðar vónir um, at flokkurin fær eitt samstarv upp í lag við tað, sum eftir er av samgonguni. Miðflokkurin fer at fundast við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin seinnapartin, og tá vónar Jenis av Rana at vita, um tað ber ella brestir.

- Eg kundi hugsað mær, at vit hava eina avkláring, tá fundurin er liðugur, sigur Jenis av Rana við Rás 2.

Men tað er ikki nóg mikið, at Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin finna eitt felags samgongustev, tí tá restar eitt tingfólk í fyri at fáa meiriluta.