G! fyrireikingarnar hoyra summarinum til

Aftan fyri eitthvørt stórt tiltak finnast nógvir fyrireikarar, og soleiðis er eisini við G! festivalinum.

Tveir av teimum, sum hava verið við so at siga hvørt ár, eru Svenn Ó. Olsen og Janus Rasmussen.

 

Seinastu nógvu árini hava teir, vegna fótbóltsfelagið Víking, staðið á odda fyri uppsetanini av G! festivalinum.

 

– Eg havi ikki staðið á odda øll árini síðani festivalurin byrjaði, men eg minnist meg altíð hava verið við, sigur Svenn, í meðan Janus nikkar, og vísur á, at hann eisini hevur havt aðrar leiklutir fyri G!

 

Fyrireikingarnar byrja umleið tvær vikur áðrenn festivalurin byrjar, og vit hava ímillum 70-100 fólk innblandaði, so man kann siga, at tað er ein stórur partur av bygdafólkinum, sum er við í hesum. Sum árini hava gingið, og samstarvið er blivið ein natúrligur partur, gongur nógv av arbeiðinum aftur, men tað henda altíð óvæntað ting, sum eisini ger, at vit hava prøva eitt sindur av hvørjum.

 

G! festivalurin í sær sjálvum er ein ør verkætlan, og uppgávurnar eru nógvar. Okkurt ári hevur alt gingið eftir ætlan, ímeðan vit onnur ár hava vit gjørt alt frá at standa við spaka undir pallinum á sandinum, fyri at leiga vatn vekk, til at fara rennandi oman á øki kl. 5 um náttina, fyri at tryggja telt í vindinum.

 

Eitt serstakt minni, sum altíð gongur aftur, er G! 2010. Tá var tjaldingarøkið við Gøtugjógv, og har fleyg alt út á víkina, tá ið ódn brádliga brast á. Tá upplivdi ein veruliga, hvussu hjálpsom fólki í umhvørvinum er. Tað kom hjálp allastaðni frá, og etir einum tveimum tímum høvdu vit tamarhald á støðuni, og tjaldarar vóru bodnir inn í hvønn krók í bygdini, so at eingin gekk kaldur og svangur. Tað var eitt upplivilsi, ið vit seint fara at gloyma.