GÍ hevur fingið pappír uppá Súna

Gøtumenn eru trúgvir móti GÍ, har tey nú vóna, at veteranarnir Magni Jarnskor og Sámal Joensen næsta ár fara at hjálpa ungu monnunum

So er tað svart upp á hvítt. Hóskvøldið skrivaðu GÍ og Súni Olsen undir sáttmála, sum sigur, at ársins spælari 2004 eisini næsta ár fer at umboða barndómsfelagið í Gøtu.
Súni Olsen váttar, at fleiri feløg hava spurt seg fyri, og hann sigur seg vera fegnan um, at tað nú er greitt, at hann fer at halda fram í Gøtu:
- Eg havi havt tað gott í GÍ. Spælskipanin var góð fyri meg síðsta kappingarár, og eg haldi, at tað eru góðir møguleikar fyri menning í liðnum, sum spældi í ár. Sáttmálaskeiðið er eitt ár. Eg verði liðugur í handilsskúlanum í summar. Hvussu tað verður, tá ið næsta kappingarár verður liðugt, dugi eg ikki at siga. Eg havi ikki slept møguleikanum at spæla uttanlands, men um tað skal verða veruleiki, so skal talan verða um góða ítróttarliga avbjóðing og annars eitt gott tilboð, sigur Súni Olsen.
Jógvan Gregersen, formaður í GÍ, fegnast um, at Súni hevur gjørt av at halda fram í Gøtu:
- Eg hevði altíð roknað við hesum. Gøtudreingir eru ógvuliga trúgvir móti okkara felag. Eingin, sum er uppvaksin í Gøtu, er enn fluttur úr Gøtu og í annað føroyskt felag. Tað eru vit fegnir um.
Er so alt komið upp á pláss undan næsta kappingarári?
- Vit hava ikki tosað við allar spælararnar enn. Tað er greitt, at Popczynski verður venjari, at Meinhardt Joensen verður málverji, og nú er greitt, at Súni verður á liðnum. Tá ið vit nú hava fingið hetta upp á pláss, er tað lættari at tosa við hinar, sum sjálvandi fegnir vilja vita, hvørjir liðfelagarnir fara at vera.
Ætla tit at fáa fleiri nýggjar spælarar til felagið?
- Í løtuni hava vit ikki ætlanir um hetta. Spælararnir hava seinastu vikurnar verið á vøllinum tvær ferðir um vikuna. Magni Jarnskor hevur verið nógv á vøllinum. Hann hevði ikki umstøður at brúka so nógva tíð upp á fótbóltin síðsta kappingarár. Nú liggur betri fyri, og tað hevði verið hugaligt, um hann hevði komið orduliga fyri seg aftur. Sámal Joensen hevur verið á sjónum síðstu árini. Nú verður hann heimamaður. Hann hevur ikki enn verið og vant, men vit vóna og rokna við, at hann fer at taka fótbóltin í stórum álvara. Um teir báðir veteranarnir koma fyri seg aftur, so verður hetta sera góður styrkur hjá ungu monnunum, sum seinastu tíðina hava fingið royndir á besta liðnum, heldur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ.