GÍ skal siga takk fyri seinast

Bæði á Tvøroyri og í Gøtu snýr tað seg um at fáa úrtøku, sum kann vera við til at lyfta liðnum burtur úr botninum

Tvørámenn fara enn eina ferð í Eysturoynna at royna eftir stigum. Higartil í ár hava teir verið í Eysturoy fýra ferðir, og hóast avrikini hava verið á einari leið, so hevur tað bara eydnast at fáa eitt stig - ímóti NSÍ.
TB vann 3-0 á GÍ á heimavølli í 9. umfarinum, og tað vilja gøtumenn ikki hava sitandi á sær. Í Gøtu hevur fótbóltsprátið í hesi vikuni eitt nú snúð seg um, at tað var harmuligt, at teir misnýttu brotsspark í síðstu løtu í Runavík og harvið søplaðu tvey stig burtur.
-Men tað kunnu vit ikki brúka til nakað nú. Vit skulu eisini minnast til, at okkara málverji bjargaði brotssparki hjá NSÍ, sum væl kundi havt vunnið, um teir høvdu skorað úr ellivu metrum, heldur Pauli Jarnskor, hjálparvenjarin hjá GÍ. Hann ásannar, at tað verður strevið ímóti væl skipaða TB, og at tað er neyðugt við fullari úrtøku fyri at sleppa leysur av botninum.
Súni Olsen var leikbannaður í Runavík. Nú er fasti brotssparksskjúttin tøkur aftur. Símun Louis Jacobsen hevur ikki vant í vikuni orsaka av snuddi. Í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin.
TB skal halda til á Svangaskarði í nátt. Ofta hevur kortrúgvan verið stór hjá teimum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað vita teir alt um á Tvøroyri, men í ár hava teir fingið ógvuliga fá kort, og allir teir, sum hava spælt seinastu ferðirnar, vera í kvøld við á ferðini norður um fjørðin.