Í kvøld klokkan átta verður stór konsert í Perluni í Havn, har Bet You Are William, Lady Fire, Guðrið Hansdóttir og Lyon spæla. Liggur tað ikki fyri, at koma í Perluna at lurta, ber í staðin til at hoyra konsertina umvegis alnetið.
Á heimasíðuni hjá Mess hava tey lagt eina leinkju út, og við at trýsta á hana fært tú beinleiðis ljóð frá Perluni í kvøld.
Live streaming, sum tað rópast, royndu tey á mess.fo fyri fyrstu ferð seinasta vikuskiftið. Sum skilst eydnaðist hetta so mikið væl, at tey nú royna seg aftur.