Gátan um toskin loyst

Føroyski fiskifrøð­ing­urin Petur Stein­­grund fer í Bergen í morgin at verja doktara­­ritgerð sína um før­oyska toskin. Hervið eru fleiri av gátun­um um toskin á føroyska landgrunni­num loystar

Dánjal Petur Højgaard

-----------------------

 

Føroysk fiskifrøði á odda um toskin á norðurhálvu jarðar

Í mongum londum hava sveiggini í toskastovnum volt bæði fiskimonnum og fiskifrøðingum stórt høvuð­brýggj. Hví øll hesi sveiggj? Hví og hvar ferðast toskur­in? Hvat er tað, ið stýrir flyt­ingini av teim ymsu aldurs­bólkunum hjá einum toska­stovni?

 

Hesir spurningar fáa svar fríggjadagin, við tað, at dokt­ara­rritgerðin “Food availa­bility and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: conse­quences for spatial distribu­tion, recruit­ment, natural pro­­duction and fishery” í morgin verð­ur vard væl og virðiliga við Uni­versitet i Bergen.

Verjan vardi

Miðvísa, vísindaliga arbeið­ið á Havstovuni (fyrr: Fiski­rarnnsóknarstovuni) hevur enn einaferð borið stoltan ávøkstur.!

Arbeiðið hjá Peturi hevur víst seg at vera slóðbrótandi á mongum økjum. Umframt sínar egnu merkingar­roynd­ir, magakanningar o.a.m., setir hann hesi eisini í sam­band við onnur gransk­ing­ar­úrslit á stovninum. Til døm­is kanningar av gróðr­inum. Ein kann tí av sonn­um tosa um eina synergi-effekt í arbeiðinum hjá Havstovuni: summurin av øllum, ið verður lagt saman, gerst mun­­andi størri enn væntað! Arbeiðið hjá Peturi gongur fyri seg á mongum, ymisk­um fakligum stigum. Kann­ingar og kjak er farið fram innan: vistfrøði, fiski­frøði, atburðarfrøði, arva­frøði og lívevnafrøði. Hetta gevur ritgerðini eina heilt óvanliga fakliga styrki – og harvið góða vissu fyri, at niður­støð­urnar eru rættar.

Í stuttum kann nevnast, at Petur Steingrund hevur funnið fram til ein koll­velt­andi samanhang millum vøkstur hjá toskastovninum og stovnsstøddina. Hetta er ein útrokningarháttur, ið eisini kann vera til at greina, hvat hendir við toskinum í øðrum havøkjum.

Sum dømi um eitt annað óvæntað og spennandi úrs­lit, kann nevnast sambandið millum 1-2 ára gamlar tosk­ar og slánar (gamlar rak-tosk­ar). Her hevur Petur funn­ið vísindaliga haldgott prógv fyri, at slánarnir (ið eru innar­laga, tá ið lítil føði er til) eru við til at beina teir yngru út á djúpari vatn, har teir kunnu vaksa seg stórar og feitar av tí føðini, ið er har úti.

Mangt annað kann nevn­ast úr drúgvu doktara-rit­gerðini hjá Peturi, ið fevnir um ikki minni enn 10 vís­inda­ligar greinar. Til dømis, um hvat í veru­leik­anum hendi, tá ið toskurin »hvarv« í nítiárun­um, undir kreppuni.

Roknast kann við, at hetta koma føroyingar at hoyra nærri um í komandi døgum, tá ið Petur og kona hansara, Tórun, koma heim aftur á klettarnar!

 

 

Perman á ritgerðini sær soleiðis út:

Food availability and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery

 

 

-----

 

 

FAKTA

Fyrrverandi føroyska Fiskirannsóknarstovan (nú Havstovan) hevur enn einaferð í verki víst, at fakliga arbeiði hennara hevur internationalt støði. Niðanfyri er víst, hvørjir persónar, atknýttir í størri ella minni mun til Havstovuna hava vart PhD/doktararitgerðir. Eisini eru evni og heiti sett upp:

 

2009: Petur Steingrund (um føroyska toskastovnin á landgrunninum, serliga føði og ferðing): Food availability and feeding in Atlantic cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery

 

2009: Karin Margretha H. Larsen (um vatnskifti á føroyska landgrunninum og á árin á vistskipan): Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf and the impact on the Shelf ecosystem

 

2007: Høgni H. Debes (um sambandið millum plantu- og djóraæti á føroyska landgrunninum): Phytoplankton and Zoo­plankton Interactions on the Faroe Shelf

 

2004: Hjálmar Hátún (um streymvíðurskifti við Føroyar): The Faroe Current

 

2002: Hóraldur Joensen (um fitisýrur í føroyskum fiski): Discrimination among fish species and stocks by multivariate analysis of fatty acid profiles in selected tissues

2001: Eilif Gaard (um æti-samfelagið á føroyska landgrunninum): The Plankton Community Structure on the Faroe Shelf

 

2000: Jan Arge Jacobsen (um laksin og vistfrøði hansara): Aspects of the marine ecology of Atlantic salmon (Salmo salar L.)

 

1998: Dánjal Petur Højgaard (um upsa og lívsringrásina hjá rundormum): Aspects of the Life Cycle of Whaleworm, Anisakis simplex, and its Infection of Saithe, Pollachius virens (L.)).Í løtuni eru fleir aðrir granskarar a Havstovuni í ferð PhD-ritgerðar arbeiði. Hetta eru arbeiði, ið væntandi koma at økja munandi um fatan okkara av tí sera áhugaverda og ríka havumhvørvinum við Føroyar.

 

Um stutta tíð ber til at fáa fatur á ritgerðini hjá Peturi Steingrund. Nógv er tungur lesnaður; men ein drúgvur føroyskur samandráttur er gjørdur. Hetta skuldi gjørt tað møguligt hjá flestu fólkum at seta seg inn í hetta sera spennandi og drúgva arbeiðið, ið Petur og Havstovan hava fingið loyst úr lagdi.

 

Legg til merkis, at ongastaðni í Europa hevur nøkur tjóð so gott greiði á sambandinum millum gróður í sjónum og so framleiðsluna av toski, hýsu og upsa. Hetta eiga allir føroyingar at vera ernir av! Var rætt atborið, bleiv eitt havfrøðiligt universitet bygt beinanvegin, har útlendingar í stórum tali eisini kundu komið og fingið frálæru í teim kollveltandi úrslitunum, sum Havstovan/Faroe Marine Institute er komið fram til.