Gøtumenn iðra seg

Hýrurin var einki serligur, tá ið gøtumenn hvítusunnuaftan fóru til hús. Teir hildu seg hava søplað trý stig burtur ímóti EB/Streymi.
Pauli Jarnskor, hjálparvenjarin, heldur, at teir kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu nakað burturúr.
- Spælið hjá okkum í 1. hálvleiki var avgjørt einki at reypa av. Men vit vóru á odda eftir 1. hálvleik, og vit høvdu havt fleiri møguleikar. Eitt nú høvdu vit fleiri vandamikil hornaspørk, meðan teir allar 90 minuttirnar bara eina ferð fingu horna.
Men kortini eydnaðist tað teimum at vinna øll stigini?
- Vit geva teimum fyrsta málið. Atli tøvir og missir úti í borðinum. Tað høvdu hinir í verjuni ikki roknað við, og so vóru teir púra leysir, tá ið innleggið kom. Liðið hjá okkum er sum heild ungt, og royndirnar eru ikki nógvar. Talan verður um kollektivan niðurtúr, sum vit ikki megna at venda.
Eftir sannførandi steypakapping og fyrstu umfør í landskappingini hevur tað ikki hilnast nakað serligt?
- Tað hevur hilnast illa. Høvdu vit vitað aðra orsøk enn tað, at vit ikki eru nóg royndir og støðugir, so høvdu vit havt loyst trupulleikan. Men hetta er nakað, sum vit mugu stríða og arbeiða okkum burturúr.
Einki var at síggja til Vitus Kofoed leygardagin. Hann var avsettur og spældi í 3. deild ímóti EB/Streymi.
- Har stóð hann seg væl. Higartil hevur tað ikki eydnast, men vit hava framvegis vónir um, at hann verður spældur inn í skipanina hjá okkum, sigur Pauli Jarnskor, sum eisini ásannar, at tað verður alneyðugt hjá GÍ at fáa fulla úrtøku, tá ið NSÍ sunnudagin fer at vitja í Gøtu.