Vandaferð
Tað var seinasta fríggjadag, at manningin umborð á ísfiskatrolaranum Grími Kamban kom illa fyri, meðan teir vóru til fiskiskap einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Skipið misti streymin, og skiparin noyddist at biðja Vaktar-og Bjargingartænastuna um sleip.
Tá Tjaldrið nakrar tímar seinni kom á leiðina, hevði manningin umborð á Grími Kamban eisini trupulleikar við sjógvi, sum gekk inn á verksmiðjuna.
Teir royndu at pumpa, men kláraðu sum frá leið ikki at halda dekkið lens, tí diesel-drivnað brandpumpan umborð á Grími Kamban gekk heit. Teir fingu pumpu frá Tjaldrinum, men sum kvøldið og náttin liðu, gekk illa at halda lens á verksmiðjuni, samstundis sum veðrið versnaði.
Pumpan typtist av spønum, sum stóðust av, at træskott brotnaðu, tá fiskakør fóru at rósa.
Endin var, at manningin tók ta óvanliga stig at lata sjógv renna niður í lastina og maskinrúmið á skipinum fyri at halda stabilitetinum so nøkulunda upp á pláss.
Sjómansskapur
Stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen, sigur, at hann hevur lisið samrøðuna, sum Sosialurin hevði við skiparan á Grími Kamban, Benadikt Olsen.
- Eg haldi, at stigið hjá manningini at lata sjógv sleppa niður í last og maskinrúm er dømi um góðan sjómansskap í teirri søðu, manningin var í hetta kvøldið og hesa náttina.
Hann vísir á, at Grímur Kamban eins og onnur skip í føroyska fiskiskipaflotanum eru undir neyvum reglum um sýn, eftirlit og klassing.
- Vit hava heimild til at lata ein part av okkara eftirliti til klassan – í hesum førinum Norsk Veritas – at umsita. Hetta eftirlit fevnir í fyrsta lagi um skipsskrokkin og tað mekaniska umborð á skipinum. Grímur Kamban liggur soleiðis undir klassanum, og tí kenni eg ikki ítøkiliga viðurskiftini millum klassan og skipið.
Stjórin vísir á, at tað tó altíð er soleiðis, at arbeiðsumhvørvið umborð á skipum liggur undir Skipaeftirlitinum.
- Grímur Kamban er ikki nakað gamalt skip, smíðað í 1987, og eg havi onga orsøk til at halda, at skipið ikki var í forsvarligum standi.
Krøv herðast
Stjórin á Skipaeftirlitinum vísir á, at krøv, ið sett verða skipaflotanum, sum liggur undir eftirlitinum, ongantíð eru tengd at upp-ella niðurgongd í vinnuni.
- Skipini eru undir regluligum eftirliti og klassaviðurskiftum, og gongdin er, at krøv um eitt nú trygd á sjónum heldur herðast enn gerast lakari.
Vilhjálmur Gregoriussen leggur dent á, at krøv, sum Skipaeftirlitið ella Norsk Veritas seta, skulu haldast.
- Sýn og annað skulu haldast, og hesi viðurskifti verða á ongan hátt ávirkað av gongdini í skipavinnuni annars. Tað eigur ikki at síggjast aftur í versnandi trygd, um skiparaksturin gongur betri ella verri, sigur hann.
Stjórin á Skipaeftirlitinum ásannar, at truplar støður eisini kunnu uppstanda umborð á okkara bestu og nýggjastu skipum og eitt nú hendingin, har Falkur og Heykur stoyttu saman, er eitt dømi um hetta.
- Ofta er tað troyttleiki og menniskjanslig mistøk, sum eru atvoldin til hendingar. Summar hendingar verða kannaðar nærri av Skipaeftirlitinum, meðan onnur mál, har skip ella bátar eitt nú sigla á land, eisini kunnu gerast løgreglumál.
Vilhjálmur Gregoriussen sigur, at tað eisini er ein spurningur um fíggjarliga orku hjá stovninum, hvussu nógv kanningarvirksemi Skipaeftirlitið er ført fyri at hava.
- Vit meta um hendingarnar í hvørjum einstøkum føri, leggur hann aftrat.