Hondbóltur ? kvinnur
Grundað á úrslitini higar til í ár, var einki at ivast í, at Neistin var favorittur inni á Skála mikukvøldið.
Tá fyrstu tíggju minuttirnir av dystinum vóru lagdir aftur um bak, var heldur ikki nakað sum helst, sum bendi á, at talan bert skuldi gerast um tvey-mála sigur, tí fram til tá, hevði StÍF so púrt einki gjørt um seg.
Sýndu treiskni
Tað var nevnliga soleiðis, at meðan Neistin hesa løtuna hevði funnið meskarnar fimm ferðir, so hevði heimaliðið bert havt onkur skot á træverkið, og so byrjaði hin vanliga myndin at tekna seg. Myndin, har botnliðið missir móti, tí tað ikki gongst eftir vild, meðan mótparturin so líðandi dregur alt meira frá.
Onkur tók tó skemtiliga til, at tá treiski borgarstjórin av Strondum sat á skiftisbeinkinum, so fóru tær hjá StÍF ikki at geva seg uttan víðari, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg at ganga.
Kanska setti Neistin ferðina nakað niður, og kanska vóru tær ikki heilt so savnaðar um uppgávuna, men seinnu helvt av fyrra hálvleiki fór heimaliðið so spakuliga at toga seg inn aftur á gestirnar. Sum ikki einaferð, so vóru tað tær báðar útlendsku, sum tóku mest á seg í so máta, men tað skest tó ikki burtur, at strandingar eisini hava fleiri fínar heimligar leikarar, sum við røttu venjingini kunnu koma væl longur í bestu deildini, um hugsað verður nøkur ár fram í tíðina.
Soleiðis tók StÍF seg frá 3-9 upp á 7-10, og tó at Neistin fekk enn eitt mál undan steðginum, so mundu vónirnar hjá vertunum vera batnaðar nakað hesa seinastu løtuna.
Ov nógv ferð
Í seinna hálvleiki tóktist greitt, at nú vildi Neistin beinan vegin seta skápið upp á pláss. Tó at verjan framveigs var fløt, so var verjuspælið nú nógv meira framfýsið, soleiðis at møguleikin fyri skjótum mótálopum skuldi vera til staðar.
Hesin parturin av spælinum eydnaðist eisini, men tó at hópur av mótálopum spurdust burturúr, so vórðu alt ov nógv av hesum tveitt burtur. Tað tóktist sum um leikararnir í yvirtalsstøðum ikki høvdu dirvi til bara at renna ígjøgnum, og eitt nú mistu tær einar tríggjar ferðir bóltin, tá tær vóru tvær móti einari í kontrastøðum.
Sum sagt, so riggaði verjuparturin hjá liðnum tó framhaldandi væl, og tað var eisini fyrst og fremst hesin, sum gjørdi, at sigurin hjá gestunum ikki kom í vanda.
Tó so. Onkur tekin um ótta og fjáltur vóru at síggja, tá StÍF fyri fyrstu ferð minkaði munin niður í tvey mál, men eftir at Neistin so aftur økti um munin, var mest sum alt avgjørt.
Fingu royndir
Hóast tapið, so fekk StÍF enn eina ferð prógvað, at tær kanska ikki eru so øgiliga langt frá at røkka eitt sindur longur upp á stigatalvuna. Kanska verður hetta ikki í ár, men fáa lokalu leikararnir tíð at mennast, samstundis sum hildið verður fast um útlendska styrkin, kann liðið væl fara at gera onkran vørrin í framtíðini.
Hjá Neistanum var tað sjálvandi fyrst og fremst umráðandi, at tvey stig fingust úr dystinum. Samstundis fingu tær staðfest, at tað enn restar nakað í, áðrenn kontraspælið gongur nóg væl, so nakað fingu tær at arbeiða við.
Eisini mundi tað vera ein góð kensla, at tað als ikki gjørdist neyðugt, at seta smáskaddu Katrin á Neystabø inn á vøllin. At Katrin ikki kom inn, viðførdi eisini, at bæði Annika Thomsen og Inga Danberg fingu høvi at royna seg mest sum allan dystin, og minst man tað vera fløvandi, at Inga nú veruliga tykist vera komin fyri seg. Kanska eru fleiri spælarar í landinum, sum hava betri bóltførleika enn drúgvi bakspælarin, men fáur um nakar hevur sama stríðsvilja, og at hon eisini megnar at lyfta viðspælararnar upp á sama støði, kann so avgjørt vísa seg sum avgerndi faktorur hjá Neistanum hetta kappingarárið.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Ilieana Manolescu 7(1), Alina Olaru 4, Sunfríð B. Jacobsen 1, Anna Maria Berthelsen 1, Katrin Petersen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1
Neistin: Mildrid Jacobsen 4, Gunnleyg Berg 3, Annika Thomsen 3, Inga Danberg 2, Susan Brockie 2(2), Birita Wardum 2(1), Ata Høgnadóttir 1
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3
Útvísingar: Neistin 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Høvdu eina friðarliga uppgávu.