Gaddafi fekk tilboð um vápn úr Kina

So seint sum í juli var Kina til reiðar at selja stýrinum hjá Muammar Gaddafi vápn fyri meiri enn eina milliard krónur. Samstundis tingaðust kinesararnir við Suðurafrika og Algeria um at flyta vápnini ígjøgnum tey bæði londini.

Hetta stendur at lesa í kanadiska blaðnum The Globe and Mail, sum hevur fingið fatur á loyniligum skjølum í Libya. Har sæst, at tilboðið um vápn kom úr Kina síðst í juli, men tað ber ikki til at síggja, um vápnini komu til Libya. Omar Hariri, sum er ovasti fyri hernaðarráðnum hjá teimum libysku uppreistrarmonnunum, sigur við kanadiska blaðið, at hann er næstan sannførdur um, at Gaddafi fekk vápnini úr Kina, og at hermenn hansara hava brúkt tey í bardøgunum.

Uppreistrarleiðslan í Libya sigur, at hon er ikki ovfarin av, at Kina tingaðist við júst Suðurafrika og Algeria um vápnaflutningin. Leiðslan vísir á, at tey trý londini hava aftrað seg við at styðja NATO-átakið í Libya.