Gaddafi skal í útlegd

Italska stjórnin er nú komin við einum uppskoti, sum skal loysa kreppuna í Libya, og sum skal bera í sær, at Muammar Gaddafi skal úr Libya. Í fyrsta lagi ræður um at fáa vápnahvíld, síðani samskifti millum uppreistrarleiðararnar og ættarbólkarnar, og at enda skal Muammar Gaddafi í útlegd.

Innihaldið í italska uppskotinum er vorðið í sambandi við Libya-fundin í London í dag.

Ein italskur diplomatur í London sigur við tíðindastovurnar, at Afrikanski Eindarfelagsskapurin AU er tann einasti felagsskapurin, sum kann sannføra Gaddafi um, at tað er best, at hann fer úr Libya.

AU er ikki umboðað á fundinum í London.

Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, segði í dag, at ein loysn kann vera, at Gaddafi fer í útlegd.