Gamal kenningur aftur í ÍF

Ólavur Larsen verður høvuðsvenjari fyri næstabesta liðið og U21 liðið hjá ÍF

Mynd: (ÍF) Ólavur Larsen og Georges Rouah, formaður í ÍF

Eitt kent andlit verður aftur at síggja í venjaragerninginum í Fuglafirði komandi kappingarár. Talan er um Ólav Larsen.

 

- Ólavur Larsen, hevur tikið við eini spennandi avbjóðing sum høvuðsvenjari bæði fyri næstabesta liðið og U21 liðið. Hetta er ein týðandi leiklutur, í menningini av okkara ungu leikarum. Avtalan er galdandi fyri 2024, skrivar ÍF og leggur afturat:

 

Ólavur er ikki ókendur í felagnum, hann hevur sitið í nevnd, verið venjari og hjálparvenjari yvir fleiri tíðarskeið. Ólavur tók við sum venjari hjá U15 í apríl 2023. Tað gekk so mikið væl at venja ungdómin, at Ólavur verður aftur at síggja á Fløtugerði komandi ár.

 

Hann tekur við eftir Nenad Saric, sum hesi fýra árini hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum, 3. Deild, U21 og U17.

 

Mynd: (ÍF) Ólavur Larsen og Georges Rouah, formaður í ÍF