Talan er um 29 ára gamla verjuleikaran Dennis Nielsen.
Dennis Nielsen var ein av profilunum á felags Suðuroyarliðnum í 2018, tá ið Glenn Ståhl var venjari. Tá spældi hann í miðverjuni á liðnum.
Sambært Suðurrás hevur Dennis Nielsen seinastu árini spælt fótbólt í Avstralia og í Onglandi. Í næstum kemur hann við familjuni til Vágs, har hann skal vera partur av hópinum hjá 1. deildarliðnum hjá FC Suðuroy, og harumframt skal hann eisini venja U17-liðið hjá felagnum.