Nú um vikuskiftið fær Konsertfelagið vitjan úr Brasil og Danmark. Talan er um føroyska violinspælaran, Atla Ellendersen, og dansa klaverspælaran, Sune Vejlby Brogård. Teir hava tvær konsertir, eina í Fuglafirði og eina í Havn Havn, har teir fara at spæla Bach, Carl Nielsen, Johannes Brahms og Beethoven.
Atli Ellendersen er uppvaksin í Fuglafirði, har hann sum smádrongur lærdi at spæla ymisk blásiljóðføri og klaver, men 14 ára gamal fór hann at læra seg at spæla violin. Áðrenn hann í 1977 fór til Danmarkar at nema sær tónleikaútbúgving, undirvísti hann í klaver og trombon, umframt at hann stjórnaði tveimum barnakórum í Fuglafirði. Hann hevur síðani fingið undirvísing í Keypmannahavn og í Bern. Aftaná lokna útbúgving spældi hann í fleiri donskum symfoniorkestrum. Í Brasil hevur Atli lokið bachelor og master-prógv í tónleiki.
Í 1989 flutti Atli Ellendersen til Brasil, har hann hevur verið bólkaleiðari, konsertmeistari og listarligur leiðari hjá ymiskum kamarorkestrum, ið verða mett ímillum tey bestu í landinum. Síðani 2005 hevur hann í ymiskum høpi verið við í heili 12 fløgum.
Sune Vejlby Brogård var útbúgvin pianistur og tónleikanámsfrøðingur á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn. Seinni hevur hann nomið sær kandidatútbúgving í tónleikavísindum og søgu á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Sune er tónleikalærari í Danmark, umframt at hann spælir á ymsum konsertum. Hann og Atli hava fleiri ferðir spælt í Føroyum, eitt nú á tónleikafestivalinum, Summartónum. Í samstarvi við Kristian Blak, hava teir báðir fleiri ferðir verið við í verkætlanum, ið hava virkað til, at føroyskir tónasmiðir hava smíðað tónleik fyri violin og klaver.
|