Gareth Southgate: Vit mugu vera framúr góðir móti Serbia

Enski landsliðsvenjarin metir seg fáa torføra mótstøðu í innleiðandi bólki C

Mynd: Scanpix

Í kvøld klokkan 20 spælir Ongland dyst móti Serbia í bólki C í Gelchenkirchen.

 

Ongland er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, og enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate er greiður yvir, at trýstið er stórt, og tað eru forvæntningarnir eisini.

 

Hini bæði liðini í bólki C Danmark og Slovenia spæla dyst klokkan 17. 

 

Á tíðindafundi leygardagin segði Gareth Southgate: - Eg havi verið í hesum starvinum í átta ár. Eg veit hvussu landið liggur. Allir sum hava havt hetta starvið hava upplivað tað sama. Eg royni at savna tað best hugsandi liðið, og vit síggja fram til, at kappingin byrjar fyri okkara viðkomandi. Vit hava longu sæð Týskland folda seg út móti Skotlandi, og sæð Spania folda seg út móti Kroatia. Tað eru fleiri góð lið í hesum endaspælinum. Vit skulu vera framúr góðir fyri at koma víðari úr bólkinum, og somuleiðis fyri at koma enn longri í kappingini. Eg eri sera spentur. At standa á odda fyri einari tjóð til eina stóra altjóða kapping er ein stórur heiður og ein stórur framíhjárættur. Segði Gareth Southgate.

 

Dysturin millum Ongland og Serbia sæst á KVF, og á DR1 og RÚV á Televarpinum. 

 

 

 

Mynd: Scanpix