Gassleiðing sprongd í Egyptalandi

Beint áðrenn valhølini í Egyptalandi lótu upp í morgun, boðaðu fjølmiðlarnir frá, at ókendir menn hava sprongt eina rørleiðing, sum verður brúkt til at flyta gass úr Egyptalandi til Ísraels við.

Sagt varð, at leiðingin var sprongd vestan fyri býin al-Arich í Sinai-oyðimørkini, og at myndugleikarnir høvdu sent sløkkilið á staðið.

Hetta er 9. ferð, at hendan gassleiðingin er fyri álopi higartil í ár. Fleiri egypytar eru ímótil at landið letur Ísrael gass, og fleiri halda eisini, at ísraelsmenn rinda ikki nóg mikið fyri gassið.