Randi Jacobsen
Vanliga vil dómarin í Føroya Rætti hava eina viku, áðrenn hann fellir dóm í sakarmáli. Men málið, har fyrrverandi leiðari á Vaktar- & Bjargingartænastuni og skiparin á Nólsoyar Pálli eru ákærdir fyri brot á lógina um trygd umborð á skipum, er so drúgt, at dómarin Jens Schultz Hansen vil hava tvær vikur at skriva dómin.
Dómurin fellur tí ikki fyrr enn týsdagin 30. september.
Rættarfundurin týsdagin var eisini drúgvurm, tí serliga verjarnir hjá teimum báðu ákærdu brúktu nógva tíð at royna at sannføra dómaran um, at menninir eru ósekir í ákærunum.
Ákærunrnar byggja á, at Nósoyar Páll varð førdur heim til Føroya, áðrenn krøvini, sum Søfartsstyrelsen setti fyri at skipið kundi loysa, vórðu uppfylt. Skipið hevði so nógv álvarslig brek, at Søfartsstyrelsen vildi ikki geva undantaksloyvi at lata skipið fara til Føroya at verða umvælt. Men uttan at boða frá, fór Nólsoyar Páll til Føroya, og tað vil ákæruvaldið nú hava táverandi leiðaran á V & B og skiparan á Nólsoyar Pálli at hefta fyri.
Sum nevnt í blaðnum í gjár varð Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi leiðari á Vaktar- & Bjargingartænastuni, fyrst avhoyrdur.
Kendi krøvini
Hann visti væl um krøvini, sum Søfartsstyrelsen setti, og hann søkti eisini tvær ferðir um undantaksloyvi, so Nólsoyar Páll kundi fara til Føroya. Svarið var nei báðu ferðina.
Og so tók Jóan Karl Høgnesen sjálvur og skrivaði út siglingarloyvið, sum hann sendi skiparanum, og skipið legði frá landi.
Jóan Karl Høgnesen greiddi frá, at tá Søfartsstyrelsen segði nei til at geva undantaksloyvi, hevði hann sett seg í samband við landsstýrismannin, sum var á veg av landinum. Síðan hevði hann tosað við Tommy Petersen, fulltrúa í landsstýrinum, sum tó ikki var inni í málinum, og so hevði Jóan Karl Høgnesen skrivað siglinarloyvi. Hann hevði ikki stundir at bíða, segði hann.
Tá Nólsoyar Páll var á veg heim, kom eldur eina náttina í í maskinrúminum. Men tað var so lítil brandur, sum var sløktur beinanvegin, segði Jóan Karl.
Sewinnapartin varð Kári Horn, skipari, avhoyrdur. Hann hevur verið stýrimaður og skipari hjá V& B síðan 1982.
Ikki sæð pappírini
Hann hevði einki havt við Nólsoyar Páll at gjørt, fyrr enn hann eftir ólavsøku í fjør varð biðin um at fara avstað 2. august.
4. august komu hann og aðrir av manningini til Marseilles, har skipið lá.
Pappírini hevði hann ikki sæð, áðrenn hann fór heimamnifrá og hevði bara fingið at vita, at skipið var so at siga siglingarklárt.
Í Marseilles gjørdust Kári Horn kunnugur við tey 12 krøvini, sum Søfartsstyrelsen setti sum treyt fyri, at skipið kundi fara frá landi.
Gjørdi ymist
Ymist av hesum varð gjørt við skipið, eftir at Kári var komin, eitt nú varð nýggj brandpumpa keypt, og hana royndu teir, áðrenn teir fóru úr Fraklandi.
Helt loyvið koma
frá Søfartsstyrelsen
Kári Horn visti, at leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni arbeiddi fyri at fáa undantaksloyvi at føra skipið til Føroya, og tá hann so sum telefax fekk siglingarloyvið frá Jóan Karl Høgnesen, helt hann, at tað mundi vera frá Søfartsstyrelsen.
Sjálvur metti hann skipið sum siglingarført.
Tey vóru 11 við skipinum heim, teirra millum tveir franskmenn, ein skipari og ein maskinmeistari.
Eingin av manningin hevði sagt nakað við Kára Horn um at kenna seg ótryggan við at fara við Nólsoyar Pálli til Føroya.
Fýra tímar eftir, at Nólsoyar Páll hevði lagt frá landi, noyddist hann at venda aftur vegna maskinbrek. Men brekið fekst ikki rættað beinanvegin í Fraklandi, og tað gjørdi, at teir noyddust at stýra allan vegin heim við hond.
Kári Horn gjørdi lítið burtur úr eldibrandinum, sum var umborð náttina 23. august. Teir vóru tá staddir sunnan fyri Íslandi, og tað var av ringasta veðri. Kári helt ikki, at vandi hevði verið á ferð, um so eldurin ikki varð uppdaagaður so skjótt, og teir høvdu klárað seg við tí bjarginarútgerð, sum var umborð, helt hann.
Jógvan Hammer var við sum 1. meistari.
Kendi seg ótryggan
Honum hevði dámt lítið, tá hann sá tað gamla og ótætta maskinrúmið. Hann var ikki fegin um at skula við skipinum, og hann nevndi m.a. 25 ára gamla CO2 anleggið.
Teir gingu vakt á túrinum heim, og Jógvan Hammer hevði vaktina, tá eldur kom í maskinrúmið náttina 23. august. Tá royk- og eldávaringin boðaði frá, var hann í messuni og fekk sær kaffi. Hann sprakk niður í maskinuna, og tað tók honum bara fá sekund.
Hol var komið á eitt oljurør til høvuðsmotorin, og oljan strálaði frá beint á eitt glóðheitt turborør. Eldlogin stóð ein til hálvan annan metur upp.
Jógvan Hammer langaði hurðina aftur og fór frá hurð til hurð og vakti fólkið. Eingin alarmklokka var á gongini. Teir fóru so í maskinrúmið, settu eina plátu fyri stráluna fyri ikki at sløkkja høvuðsmotorin, fyrr enn ljósmotorurin varð settur til, tí annars hevði skipið ligið myrkt.
Avoldað útgerð
Roykkkavaraútfgerð var umborð, men hon av slíkum gomlum slag, var vrakað, og hana hevði Jógvan Hammer ikki dugað at brúkt.
Søfartsstyrelsen vísti á, at einki var umborð av eykalutum. Hesum vístu bæði skiparin og 1. meistari aftur.
- Eg segði, at eg var betonkiligur við at fara við skipinum, men fór kortini, segði Jógvan Hammer.
Høvuðsvitni hjá ákæruvaldinum var Per Rasmussen, skipsinspektørur í Søfartsstyrelsen.
Hann var saman við trimum øðrum í Marseilles og sýndi Nólsoyar Páll, sum maskinkønur og kønur í brandtrygd.
Hann segði, at manningin vísti teimum á ymist, sum teir ikki hildu vera í lagi, tí menninir kendu seg ótryggar.
Fleiri álvarslig brek
Tað var ein long røð av brekum, sum hvørt var so álvarsligt, at tað var nóg mikið til at halda skipinum aftur. Hann nevndi m.a. tað 25 ára gamla CO2-anleggið. Teir sóu ikki, hvørjum rørini vóru av, har vóru fleiri ventiliar, og teir tordu ikki so mikið sum at nerrta við tað.
Teir fýra menninir á Søfartsstyrelsen sýndu skipið frá 7. til 9. august í fjør og gjørdi so yvirlitið yvir, hvørjar ábøtur skuldu gerast, áðrenn skipið kundi fáa loyvi at fara til Føroya.
- Tá vit fóru heimaftur, visti eg, at vit høvdu bundið skipið í fimm vikur, sum tað fór at taka at rætta brekini, og eg droymdi ikki um, at teir kundu finna uppá at fara avstað við skipinum, segði Per Rasmussen.
Óvanligt bræv
Í brævi til Vaktar- & Bjargingartænastuni 13. august gjørdi Søfartsstyrelsen vart við, at galdandi klassapappír skuldu vera umborð, og hesum skuldi Søfartsstyrelsen hava avrit av. Haraftrat varð endurtikið, at skipið slapp ikki heim, fyrr enn 12 krøv vórðu lúkað.
- Eg hevði væntað, at tá teir fingu brævið, fóru telefonirnar hjá okkum at kima, men vit hoyrdu einki, segi Per rasmussen, sum eisini segði tað vera óvanligt at senda eitt slíkt bræv.
Til eldibrandin umborð hevði hann hesa viðmerking.
- Tað var gott, at maskinmeistarin var so dugnaligur, at hann dugdi at sløkkja eldin.
Eindømi
Per Rasmussen segði, at hann áður hevur verið við til at hildið skipum aftur, men tað hevur ikki verið neyðugt at farið í rættin.
Hann varð spurdur, hví teir ikki beinleiðis høvdu forðað teimum í at farið avstað við skipinum. Tað høvdu teir ikki heimild til, segði hann, og haraftrat høvdu teir álit á fólki.
Í proseduruni harmaðist Finn Ovgaard, varafúti, at tað skuldi vera neyðugt at fara í rættinum við einum máli sum hesum, og hann rósti donsku myndugleikunum fyri gott arbeiði.
Var reiðari
Finn Ovgaard helt tað vera ov galið, at verjarnir settu spurnartekin við, um Jóan Karl Høgnesen var reiðari.
- Hvør skuldi annars verið tað? Sum stovnsleiðari kann hann ikki siga seg undan at vera reiðari. Tað er at renna undan ábyrgd, helt Finn Ougaard.
Hann helt tað eisini vera ov bíligt av fyrrverandi leiðaranum, sum átti at vita, at bara Søfartsstyrelsen kundi geva siglingarloyvi, men at hann so skrivaði tað sjálvur og samstundis skyldaði uppá at hava tosað við onkran í landstýrinum.
Skiparin var amboð
- Kára Horn var meira reiðskapur hjá Jóan Karl Høgnesen, sum sá tað sum sína prestigu at faa skipið heim, segði Finn Ougaard, sum ikki góðtók frágreiðingina hjá Kára Horn um, at hann helt siglingarloyvið frá leiðaranum á V & B verða skrivað í samráð við Søfartsstyrelsen. Tað heldur ikki, tí skiparin visti, at alt tað neyðuga ikki varð gjørt við skipið, segði Finn Ougaard.
Hann kallaði tað grovt brot á trygdarreglurnar, sum Jóan Karl Høgnesen átti at dømast hart fyri, harðari enn skiparin Kári Horn.
Seks mánað hefti er harðasta revsing í máli sum hesum.