Geir avhoyrast í dag

Avhoyringarnar í tí serliga ríkisrættarmálinum ímóti fyrrverandi íslendska forsætisráðharranum Geir H. Haarde byrja nú. Í dag skal tann ákærdi sjálvur í vitnisstólin.

Millum 50 og 60 vitni skulu avhoyrast í málinum, og sambært fjølmiðlunum verða tey fyrstu seks vitnini avhoyrd í morgin. Teirra millum fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Árni M. Mathiesen og fyrrverandi forsætisráðharrin Dávið Oddsson. Tveir núverandi ráðharrar, Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, og Össur Skarpheðinsson, uttanríkisráðharri, skulu eisini í vitnisstólin í dag.

Gongst sum ætlað verður rætturin liðugur at viðgera málið síðst í næstu viku, og teir 15 dómararnir hava so seks vikur til at taka støðu.

Geir H. Haarde er ákærdur fyri at hava misrøkt sítt embæti í sambandi við bankaskrædlið í 2008. Verður hann funnin sekur eftir ákæruritinum, kann hann fáa upp í tvey ára fongsul. Hann noktar seg sekan.