Gent er greiður favorittur móti Víkingi

Her eru oddsini upp á dystin Víkingur-KAA Gent

Í kvøld klokkan 18.45 spælir Víkingur seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Mótstøðuliðið verður belgiska liðið, KAA Gent. Gent vann fyrra dystin 4-1.

 

(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Gent er stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í Klaksvík í kvøld.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Víking eru 8,10.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,28.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Gent eru 1,29.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##