Tað var gjáramorgunin, at ein 15 ára gomul norsk genta, sum var og ferðaðist á Gran Kanaria saman við familju síni, varð funnin deyð við havnarlagið í Puerto Rico-strondini, nærindis Mogan.
Eitt talsfólk hjá løgregluni á Gran Kanaria hevur sagt, at tey fingu eina fráboðan frá einum í familjuni hjá gentuni um, at gentan var saknað, og gjáramorgunin var hon funnin deyð við havnarlagið.
Myndin omanfyri er av strondini í Mogan, men á tv2.no, sum hava lagt myndina út, eru tey ikki vís í, um tað júst var á hesari strondini, at gentan varð funnin.
- Hvørki familjan ella nakar annar vita so nógv um, hvat er hent. Hetta er ógvuliga tragiskt. Familjan hevur tað ógvuliga ringt, og tey eru sjálvsagt skakað.
Tað sigur norski sjómanspresturin, Einar Andreas Weider, sum starvast við Sjómanskirkjuna á Gran Kanaria, við www.tv2.no
- Vit vóru saman við familjuni nógvar tímar í gjár - bæði við praktiskari hjálp og kreppuhjálp, og vit fara at fylgja familjuni teir næstu dagarnar eisini, sigur sjómanspresturin.
Einar Andreas Weider vísir á, at tað er týdningarmikið hjá einari norskari familju í útlandinum, at hond verður tikin um tey á teirra egna máli - í einari so truplari støðu.
Norska familjan, sum hevur verið fyri hesi skakandi hending á Gran Kanaria, býr í Sørfold Kommunu, og her hevur borgarstjórin váttað, at hin 15 ára gamla gekk í framhandsskúla í kommununi.
- Hetta er ein ógvuliga tragisk hending, sum rakar bæði skúlaumhvørvið og lokalsamfelagið, sigur kommunan í tíðindaskrivi, sum tey hava lagt út á sína heimasíðu.
Lesið eisini: Ung norsk genta funnin deyð á Gran Kanaria
https://www.in.fo/news-detail/ung-norsk-genta-funnin-deyd-a-gran-kanaria










