Genturnar við metsíða hárinum takka

Systrarnar Sheila og Wivika T. Strøm á Tvøroyri standa aftur nú í Børnenes Rekordbog og Sheila nú eisini einsamøll sum tann einstaka við síðasta hárinum. Tær takka øllum stuðlum sínum, sum gjørdu ógloymandi ferðina í samband við útgávudagin møguliga

Hár

Sheila og Wivika T. Strøm á Tvøroyri standa framvegis í Børnenes Rekordbog sum systrarnar við síðasta hárinum. Í ár kom Sheila so við nýggjum meti. Hon er nú tann einstaklingur, ið hevur síðast hár.
Í samband við útgávuna av bókini vóru systrarnar í Danmark og har var ikki sørt gjørt burturúr teimum. Tær vitjaðu TV2 og vóru í sendingini God aften Danmark og Ekstrablaðið og okkurt lokalblað gjørdi eisini buturúr teimum báðum. Á einum túri á ?Strøget? í Keypmannahavn vildu nakrir hárfríðkarar hava fatur í Sheilu, tí ætlanin var at seta hár hennara upp í loft og at senda metið inn til Guinnes metbókina, men hetta loyvdi ferðaætlanin hjá systrunum ikki, tí nógv skuldi gerast á stutta túrinum í Danmark.
Tær báðar ynskja nú at takka teimum stuðlum, sum gjørdu tað møguligt hjá teimum at taka lut, tá bókin kom út, og tær siga soleiðis:
Stóra tøkk til tykkara, ið stuðlaðu okkum á danmarkarferðini í samband við metbókaútgávundagin. Uttan tykkara stuðul hevði hetta verið ógjørligt. Eisini tøkk til systur okkara og svágin fyri at húsa okkum, og at tey komu við okkum til Kattegatsentrið í Grenå. Sheila setti nýtt met og er hárið nú 1,50 m.
Vit eru sera takksamar og ynskja at takka Timburhandlinum á Sandi, ommunum báðum, T.M.T, Trongisvágur, Suðuroyar Sparikassa, Vágur, P/F Klesin, Tvøroyri, C.N. Bygg, Porkeri, Alval, Tvøroyri, P/F J. Nolsøe, Tvøroyri, Gestabúðin, Tvøroyri, Samkeyp, Tvøroyri, Atlantic Airways, Vágar.