Georg leggur frá sær sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelags einastu 15 árini, Georg F. Hansen, leggur nú fær sær

Georg F. Hansen hevur verið formaður í Føroya Arbeiðarafelag seinastu 15 árini. Í morgin leggur hann frá sær sum formaður.

Hesum hevur Føroya Arbeiðarafelag boðað limafeløgunum frá.

Har skrivar Føroya Arbeiðarafelag:

– Vit skulu við hesum boða frá, at Georg F. Hansen, formaður, hevur givið felagnum fráboðan um, at hann hevur avgjørt at leggja frá sær sum formaður tann 1. januar 2026, hann heldur tó fram sum nevndarlimur.

Næstformaðurin, sum er Elin K. Sørensen, tekur fyri formansstarvinum frá 1. januar 2026.

Georg takkar fyri góða samstarvið hesi nærum 15 árini, hann hevur verið formaður og vónar, at góða samstarvið heldur áfram og ynskir øllum eitt gott nýggjár.

 

Við verkamannakvøðu

Føroya Arbeiðarafelag