50 ára gamla, Evona Teindal, sum er gift Arna Teindal í Fámjin, fór umborð í Smyril at sigla fyri meira enn 19 árum síðan, og næsta ár verða tað 20 ár, síðan hon fyrstu ferð var til arbeiðis umborð í strandfaraskipinum, sum so trúliga røkir farleiðina um Suðuroyarfjørð.
Røturnar eru úr Froðba, haðani pápin, Dánjal Jákup Petersen, var ættaður og mamman, sum kallast Birthe, var av Argjum og hevði danskan pápa. Evona minnist einki til tíðina á Argjum, tí hon var smágenta, tá foreldrini fluttu heim á Reyn at búgva.
Her høvdu foreldrini hjá pápanum búð í gamla prestagarðinum í nógv ár, og Evona minnist, at tað var fantastiska deiligt at búgva og veksa upp úti á Reyni, tí hetta var mitt í hjartanum í Havn. Hon var seks ára gomul, tá tey fluttu av Argjum, og familjan búði á Reyni í eini 12 ár.
- Foreldrini hjá mær fluttu suður aftur higar at búgva í ár 2000. Pápi doyði fyri tíggju árum síðan og mamma, sum er hampiliga væl fyri og 72 ára gomul, býr í Froðba, sigur Evona Teindal, sum vit hava skift orð við.
Úr fiski í tænastuvinnu
Evona arbeiddi á flakavirkinum á Tvøroyri, tá hon fyri meira enn 19 árum síðan fekk hugskotið at søkja um eitt starv umborð í Smyrli.
- Tað var ikki tí, at mær ikki dámdi at arbeiða í fiski, at eg søkti umborð í Smyril. Haldi meg minnast, at tey høvdu lýst eftir gentum ella kvinnum til strandfaraskipið, og eg kendi onkrar, sum sigldu við her, og tær søgdu seg dáma væl umborð.
Evona var til samrøðu, men ein onnur fekk starvið í fyrsta umfari.
Hon vísir á, at tað gekk tó ikki long tíð, so manglaði Strandferðslan avloysara til Smyrli, og tá fekk hon høvi at royna seg á skipsdekki.
- Eg leyp bara í tað, og eg kom umborð sum avloysari ein fríggjadag hin 5. juni í 2006. Her havi eg verið síðan. Hevði eg ikki trivist hesi árini, hevði eg ikki havt siglt við Smyrli øll hesi ár, sigur Evona, ið longu sum avloysari segði seg úr starvinum á flakavirkinum.
Men, tað er greitt, at skalt tú sigla og vera burtur í eina heila viku í senn, samstundis sum tú hevur børn heima við hús, er neyðugt við góðum baklandi.
- Tað hevði eg eisini við manni mínum, Arna, sum er skúlalærari. Hevði hann ikki verið lærari, og børnini ikki høvdu góðar ommur í Fámjin og Froðba, trúgvi eg neyvan, at hetta hevði latið seg gera. Skalt tú sigla, er avgerandi neyðugt við góðum baklandi. Annars ber tað ikki til, sigur hon.
Vit kunnu leggja aftrat, at Arni Teindal bæði hevur verið skúlalærari, og hann hevur eisini sitið í bygdarráðnum í Fámjins kommunu í fleiri áratíggjur, har hann nú eisini er varaborgarstjóri.
Arni hevur eisini havt fleiri álitisstørv.
- Men, hetta hevur borið til, og tað eri eg ógvuliga fegin um og takksom fyri, tí hetta hevur verið ein fantastisk tíð við Smyrli, sum eg ikki hevði viljað verið fyriuttan, sigur Evona Teindal.
##med2##
Sum ein familja
Fleiri av kvinnunum, sum sigla við Smyrli, hava verið við strandfaraskipinum í mong ár, og Evona Teindal ásannar, at manningin umborð virkar sum ein stór familja.
- Jú, hetta er eitt sera gott arbeiðspláss saman við fittum og røskum starvsfeløgum, bæði kvinnum og monnum, og her havi er stórtrivist, og tað geri eg framvegis.
Uppgávurnar, sum kvinnurnar hava umborð, skifta ímillum ymisku tænastupostarnar, sum skipið veitir á ferðini um Suðuroyarfjørð, eitt nú í kioskini, kafeteria og kalda køkinum, og uppgávurnar eru eisini at halda kømrini og salongirnar reinar og nossligar.
- Her koma fólk umborð at dustsúgva og vaska, men vit taka okkum av øllum tí dagliga, og tað er eisini okkara uppgáva at taka okkum av høvuðsreingerðini umborð, sigur hon.
Evona vísir á, at uppgávurnar umborð eru ymiskar, og her verður eisini skift ímillum uppgávur, soleiðis at arbeiðsdagurin ikki verður ov eintáttaður.
- Vit eru átta umborð í senn, nakrar eru á fullari tíð, og nakrar arbeiða ¾ tíð. Eg arbeiði ¾ tíð, og tað havi eg gjørt øll árini. Men, vit taka eisini vaktir fyri hvørja aðra, um onkur hevur forfall, og eg sigi ongantíð nei, tá heitt verður á meg um at taka eyka arbeiði.
Tey fyrstu árini sigldi Evona sum avloysari. Hon fekk fast starv á ¾-tíð umborð í Smyrli í 2008, og hon heldur, at hetta er tað, sum hevur passað henni best, tá hon hevði børn og mann heima.
- Vit hava átt fýra børn, tvær gentur og tveir deingir, men vit mistu sonin, sum tá var hin einasti, í herviligu vanlukkuni við Stórá í Trongisvági – tíggjur dagar, áðrenn hann hevði fylt sjey ár.
Evona og Arni fingu ein son aftrat árið eftir, at tey høvdu mist hin seks ára gamla.
##med3##
- Margit er elst hjá okkum; hon er 30 ár, Petra er 22, og yngsti sonurin og eftirnølarin, Dánjal, er 17 ár og sjómaður, har hann hevur gjørt fleiri avloysaratúrar.
Hon leggur aftrat, at Margit er lærarinna og býr í Havn, og Petra er í Danmark í lestrarørindum.
- Soninum dámar ógvuliga væl sjólívið, og hann hevur altíð viljað verið sjómaður. Hann hevur verið við garnaskipinum, Túgvusteini, og hann hevur eisini verið við útróðrarbátinum, Anru, sum hevur egningarmaskinu og er úti nakrar dagar í senn.
91 tímar um vikuna
Tær, sum sigla við Smyrli, møta vanliga til arbeiðis ein hálvan tíma fyri fráferð, og Evona Teindal sigur, at hon altíð svevur umborð, og her hava tær góð kømur.
- Eg arbeiði í eina viku og havi frí í tvær. Dagurin byrjar stundisliga og er langur. Ein vanligur arbeiðsdagur liggur millum 11 og 13 tímar – alt eftir, hvar tú arbeiðir umborð. Hetta gevur eina arbeiðsviku á 91 tímar, tá roknað verður við einum arbeiðsdegi á 13 tímar.
Hon sigur, at tær vanliga fáa ein hvíld á tveir tímar hvønn dagin.
- Vit hava kokkar umborð í Smyrli, og tað eru tey, sum syrgja fyri matinum til manningina. Okkara uppgávur snúgva seg í fyrsta lagi um at veita tænastur til ferðafólkini.
Evona Teindal vísir á, at um hon skal sigla líka leingi við Smyrli, sum tær, ið hava verið longst umborð, eigur hon nógv góð ár eftir.
- Eg havi ongar ætlanir um at gevast, og tað vísir seg, at tær, sum koma umborð í Smyril, fara ikki í land aftur, sigur hon brosandi.
Hon sigur, at her hava fleiri havt starvsdagar eftir mongum árum umborð, og onkur er, sum hevur verið í starvi hjá Strandfaraskipum Landsins í meira enn 40 ár.
- Hetta sigur ikki so lítið um trivnaðin, leggur hon aftrat.
Galaksi – eitt deiligt skip
Meðan Smyril var úr sigling í heyst, røkti Galaxy farleiðina um Suðuroyarfjørð, og tað er synd at siga, at skipið hevur fingið nógv rósandi orð.
- Vit sigldu við Galaxy, her vit eitt nú høvdu kaféteria, og eg var eisini við, tá skipið var her sum avloysaraskip í 2017.
Evona sigur, at Galaxy er eitt deiligt skip, tó at tað ikki er eins væl egnað um Suðuroyarfjørð sum Smyril.
- Fólk úr átta ymiskum tjóðum - umframt manningin úr Føroyum - mannaðu skipið, og hesi vóru øll av fittastu og dugnaligastu fólkum.
Hon heldur, at skipið hevur verið sett í eitt alt ov ringt ljós.
- Víst er hetta eitt gamalt skip, men hetta er eisini eitt gott skip við einari fantastiskari manning. Eg haldi, at fólk hava leikað alt ov nógv í, og lítið gott hevur verið at hoyrt um skip og manning.
Spurd, um hon sá nógvar kakelakkar umborð, sigur hon, at hon sá ikki ein tann einasta.
- Eg skal einki siga um, hvat onnur kunnu hava sæð hesa tíðina, meðan skipið sigldi á Suðuroyarleiðini, men eg sá so ongan allar teir dagar, eg var umborð, sigur hon.
Sum dagur og nátt
At enda sigur Evona Teindal, at tað hevur verið sum dagur og nátt at koyrt ímillum skip og heimið í Fámjin, síðan Fámjinstunnilin kom.
- Hetta kann slett ikki samanberast, og serliga fara vit at síggja munin, nú veturin stundar til. At ovasti parturin av gamla vegnum nú er burtur, er ein ótrúligur lætti fyri okkum, sum búgva í Fámjin. Nú kanst tú fara úr bygdini og koma aftur, tá tú vilt, men soleiðis var tað ikki, áðrenn vit fingu tunnilin, leggur hon aftrat.
##med4##
##med5##
















