Thordur hevur eitt ynski um at flyta heimaftur

- Tað besta, sum er hent í árinum er, at eg eri sloppin av við ølirnar, sigur Thordur Thorsteinsson

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Eg haldi nýggjár her eg búgvi og njóti útsýnið yvir býin, meðan onnur senda fýrverk.

 

Tað sigur Thordur Thorsteinsson, sum býr í Danmark.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?

 

- Eg havi klárað við egnari hjálp at steðgað mínum drekkaríi, 12 -14 øl um dagin í nógv ár, sum nú er vorðið til 0 spiritus.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- At eg ikki fekk samband við øll míni.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Tað er mín vón, at øll míni børn og abbabørn hava góða heilsu og eru frísk, og at teimum øllum fer at gangast væl.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Tað er mítt ynski at koma niður aftur á mína normalu vekt.

 

Hann sigur, at tað gongur rætta vegin við vektini, nú hann hevur mist 18 kilo.

 

- Men, vektin skal nógv kilo niður aftrat, sigur hann brosandi.

 

Eitt annað ynskið hjá Thordi Thorsteinsson er, at hann skjótt kann flyta heimaftur til Føroya.

 

##med2##

 

 

 

Thordur Thorsteinsson hevur sent okkum hesa myndina, sum vísir útsýnið, har hann býr