Gera gjøldur burtur úr Brigitte Bardot

Kenda franska umhvørvisstríðskvinnan og fyrrverandi sjónleikarin, hevur fingið ein burgara við kópatvøsti uppkallaðan eftir sær

Matstovueigarin, Kim Coté, sum hevur matstovuna, Côté-Est, í Quebec í Kanada, er komin í  rættiligt ódnarveður fyri at gera gjøldur burtur úr tiltiknu fronsku umhvørvisstríðskvinnuni og fyrrverandi sjónleikaranum Brigitte Bardot.

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar nú um dagarnar.

 

Fyri tveimum árum síðani fann hann upp á at uppkalla ein burgara eftir Brigitte Bardot, sum hevur gingið á odda at boykotta kópaveiði í Kanada og aðrastaðni.

 

Men tað var ikki upp á rós at hann gjørdi tað, tað var fyri at halda hana fyri gjøldur, tí hetta er nevniliga ein burgari av kópatvøsti og oman á er eitt sindur av foie gras, sum er kenda, franska gásalivurin, har  fóður verður noytt niður í gæsnar.

 

Men nú hava fronsk ferðafólk fingið eygað á "Phoque Bardot" burgaran og tað hevur loypt øði í.

Phoque merkir kópur á fronskum.

 

Matstovueigarin sigur, at hetta var mest til stuttleika, men fronsku ferðafólkini duga ikki at síggja tað stuttliga í hesum.

 

Og nú eru tey farin at gera vart við seg og hava fylt sosialu miðlarnar við burgaranum, sum er gjørdur av myrdum kópahvølpum.

 

Og so fleyt yvir við harðligum viðmerkingum, og enntá varð matstovueigarin hóttir við lívinum.

 

Matstovueigarin hevur meldað, tí hann følir seg ikki tryggan. Hann er sjálvur veiðimaður og skilir ikki øsingina, tí í Kanada er lógligt at selja tvøst av kópi - og hann er ikki givin at selja "Phoque Bardot" burgaran.