Hósmorginin varð øll koyringin hjá bygdaleiðum í Suðuroynni niðurløgd tí at Strandferðslan og teir, sum koyra buss, kundu ikki semjast um ein nýggjan sáttmála.
Og tað er fullkomiliga óvist, nær busskoyringin verður tikin uppaftur.
Men tað er ikki vist, at støðan verður heilt ring kortini og at almenna samferðslan í Suðuroy fer at liggja fullkomiliga lamin.
Tí beinanvegin bussførararnir løgdu arbeiðið niður, fór Strandferðslan at kanna eftir, um tað ikki kundi lata seg gera at skipa okkurt slag av neyðloysn, so at onkur flutningur var.
Reidar Nónfjall sigur, at eitt nú varð hugsað um flutning til og frá Smyrli og um skúlakoyringina.
Tí sum er, verða ongar rutur koyrdar til og frá Smyrli og skúlabørn verða ikki koyrd til og frá skúla. Fyribils hevur hetta havt tær avleiðingar, at Miðnámsskúlin í Suðuroy avlýsti skúlagongdina, men frígjadagin varð hon tikin uppaftur.
Aðrir skúlar hava ikki avlýst. Men skúlagongdin er kortini merkt av støðuni, tí summi børn, sum vanligabrúka buss, vóru heima í gjár.
? Vit fara nú at vita, hvussu umfatandi skúlalutningurin er, m.a. hvussu nógvir skúlanæmingar talan er um, sum skulu flytast aftur og fram. Og so fáa vit at síggja, hvat kann gerast.
Ein loysn, sum rættiliga skjótt varð hugsað um, var at fáa hýruvognar at røkja nakrar tær mest neyðugu ruturnar, so at ikki alt steðgar.
Í øllum førum er tað nógv sum bendir á, at tað verður brúk fyri eini slíkari neyðrutu, tí enn er tað ongin, sum veit, nær vanliga busskoyringin verður tikin uppaftur
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hansara uppfatan er ikki, at samráðingarnar eru slitnaðar, men at hann má hava nakar dagar at rokna út, hvørjar fíggjarligar avleiðingar krøvini frá bussførarunum fáa.
Uni Mortensen, sum hevur verið talsmaður hjá bussførarunum í Suðuroy, sigur, at onki kann henda, fyrrenn teir hava fingið eitt tilboð, sum kann takast í álvara frá Strandferðsluni.
Annars er hann ikki fegin um, at onkur annar fer at átaka sær koyringina, sum teir hava lagt niður.
? Ger nakar tað, er tað ein spurningur um samhaldsfesti sigur hann.
Men hann heldur eisini, at tað er løgið, at Strandferðslan ikki vil betala bussførarunum løn, men ikki hevur nakað ímóti at betala øðrum løn fyri at gera hetta sama arbeiði.
At átaka sær verkfalsrakt arbeiði, plagar ikki at verða væl dámt, men fyribils er tað bara Føroya Arbeiðaragfelag, sum hevur noktað sínum limum at átaka sær rutukoyring í Suðuroynni, so leingi arbeiðsósemjan er.
Bara skúlakoyring
Í gjáramorgunin hevði tað eydnast Strandferðsluni at fáa nakrar rutur á føtur. Avtalað er gjørd við nakrar hýruvognar um at koyra skúlabørn. Men tað hevur ikki eydnast at fáa alla skúlakoyringina í gongd aftur.
Av Strandferðsluni verður sagt, at í gjár blivu skúlabørn koyrd úr Sandvík til Hvalbiar og haðani upp á Tvøroyri, av Tvøroyri til Miðnámsskúlan íVági og úr Sumba til Vágs.
Avtalað varð gjørd við sjey hýruvognar um at koyra. Men avtalurnar eru bara fyri ein daf ísenn, so enn er tað ongin, sum veit, hvussu tað verður við koyringini í næstu viku.
Annars eru tað í rættiliga stóran mum foreldur, sum taka sær av skúlakoyringini hesar dagarnar
Hinvegin sær Strandferðslan seg ikki føra fyri at gera nakað við koyring til og frá Smyrli, so tað mugu fólk avgreiða sjálvi.