Gera seinastu kanningarnar

Í næstu viku ger Fólkaheilsuráðið seinastu kanningarnar á hesum sinni fyri roykjaralungu og diabetes

Norðoyggjar verða seinasta staðið, sum sokallaði Heilsubilurin hjá Fólkaheilsuráðnum vitjar á hesum sinni.

 

Fólkaheilsuráðið hevur seinastu vikurnar gjørt eitt miðvíst átak, har tey hava ferðast kring landið og kanna, um fólk dragast við roykjaralungu ella møguliga hava týpu2 diabetes.

 

Í døgunum 4.-7. desember verður Fólkaheilsuráði enn einaferð í Klaksvík, og somuleiðis er hetta seinasta staðið, sum Heilsubilurin vitjar.

 

Átakið verður gjørt, tí at Fólkaheilsuráðið metir, at tað ganga einir túsund føroyingar við týpu2 diabetes uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í eini diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.


Hetta slagið av diabetes, týpa2, er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Týpu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.


Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella roykjaralungu, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.