Gerhard móttikin við opnum ørmum

Sjálvur takkar hann fyri móttøkuna

- Eg eri sera væl móttikin og tað takki eg fyri.

Tað sigur Gerhard Lognberg, nýklaktur Sambandsmaður.

 

Hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum í fjør og  nakað síðani varð kunngjørt, at hann var farin upp í Sambandsflokkin.

 

Og tá ið Sambandsflokkurin hevði landsfund í dag, var tað eisini fyrsti Landsfundur hjá Gerhard sum sambandsmanni.

 

Og hann varð móttikin við opnum ørmum og tey flestu, sum høvdu orðið, nýttu eisini høvi til at bjóða honum vælkomnan í flokkin.

 

Og sjálvur duldi hann ikki fyri, at hann føldi seg vælkomnan í Sambandsflokkinum.

- Eg føli meg vælkomnan ímillum tykkum og tað eri eg fegin um, segði Gerhard Lognberg í síni fyrstu landsfundarrøðu sum nýklaktur sambandsmaður.

 

Annars fegnaðist hann mest um stóru tunlasemjuna, sum nú er gjørd ímillum allar flokkar á tingi um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Tað hevur fylt nógv hjá honum, sigur hann, og hann vónar nú, at semjan eisini verður veruleiki.