Tað sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.
– Vit sum hava okkara virksemi her á Eystaru bryggju og molanum uppliva javnt og samt, at havnarøkið er vorðið ov lítið til tað virksemi, sum er her – bæði tá vit hugsa ferðafólk og farm, sigur hann.
Rúni Poulsen sigur, at tey á Smyril Line í longri tíð hava ynskt sær frægari umstøður til ferðafólk, farm og bilar sum er í støðum vøkstri og sum als ikki hava nøktandi viðurskifti í løtuni.
– Tí halda vit, at tað er neyðugt við eini útbygging, um Tórshavn skal fylgja við framburðinum og annars standa seg í kappingini við aðrar havnir og destinationir, har á okkara leiðum, sigur hann.
Spurdur um tað er neyðugt hjá Smyril Line at hava alt sítt virksemi í ella nær við eina góðshavn, sigur hann, at tað er eitt sindur trupult at svara, men at nógvir fyrimunir við at miðsavna alt havnarvirksemið í Havn.
Rúni V. Poulsen dugir ikki at síggja vandan fyri fornminnunum á Skansanum.
– Eg eri ikki fornfrøðingur, men við tí tekningini, ið liggur á borðinum, og út frá teimum frágreiðingum, ið eru gjørdar um hesa útbygging, haldi eg, at tað verður skapt eitt spennandi umhvørvi rundanum Skansan. Eg hugsi sum so, at endiliga kemur Skansin til sín rætt, og at vit fáa eitt umhvørvi, ið vil skapa gleði fyri meg sum havnarborgara og aðrar føroyingar við, sigur Rúni V. Poulsen.
– Annars haldi eg, at tað er týdningarmikið, at býráðið í Havn skapar karmar fyri vinnulívið soleiðis, at vit kunnu varðveita og framhaldandi skapa arbeiðspláss í býnum, og vónandi stendur býráðið við sína avgerð og fer í gongd við hesa verkætlan sum skjótast, sigur stjórin í Smyril Line