Munnu fólkafloksmenn og aðrir sum elska konspiratiónsteoriina - at danskarar leggja ráð saman at yvirtaka føroyska vinnulívið - munnu teir í teirra pietetsfulla sinni hava gloymt, at hetta er ikki fyrstu ferð at føroyskir myndugleikar, Landsstýrið og Løgting, hava biðið um peningaliga hjálp tá samanbrot og fallitt varð hóttandi. Og hvørja ferð, ið á stóð, hava teir fingið hjálp frá bróðurhond!!
Men veruleiki er eisini, at hvørja ferð umbiðin hjálp er fingin, so hava nationalistarnir leikað í og garterað. Soleiðis var tá, og soleiðis var hesaferð. Tann bilsni, kanska ovfarni hjálparin fekk skuldina fyri hvat sum helst og alt tað illa.
Sjóvinnubankin - sum teir ósmædnir kallaðu Okkara Banka - er endurreistur ikki bert einaferð, men fimm ferðir hesi seinastu 50 árini. Í meðal 10. hvørt árið mátti hann hava hjálp frá danska statinum. Fyrsta kreppan var í 1951-52, tá hann fekk innspræning tvær ferðir. Hetta burdi verið væl kent, annars man "Reyðabók" vera at fáa á bókasavninum.Tað hevði verid "pent" um loysingin hevði verid trumfað ígjøgnum av loysingaflokkinum Fólkaflokkinum stuðlaður av orðloysingaflokkinum Tjóðveldisflokkinum, og so 5 ár seinni var henda pinkurepublikk farin á heysin. Hvør skuldi tá hjálpt. Og við hvørjum treytum???
Minni kent er, at bankin eisini í 1956 var í neyð.
"Men (banken) løb ind i nye vanskeligheder i 1956 som følge af tab på store engagementer med hvalfangstselskaber. Efter opfordring af Viggo Kampmann blev krisen denne gang afværget i stilhed ved nationalbankens mellemkomst.Det var opfattelsen, at en 3. rekonstruktion ville skabe så megen turbulens omkring banken, at dens eksistens ville blive truet"(30)
Danskir pengar bjargaðu eisini Kjølbro
Longu aftur í 1962 átók Nationalbankin sær eina serliga "føroyska" uppgávu. Størsta vinnulívsfyritøka í Føroyn "J.F. Kjølbro" í Klaksvík var um at fara á heysin. Teir høvdu mist nógvar pengar uppá fiskiroyndir í Eysturgrønlandi.
"Nationalbanken trak sig siden ud af sit engagement ved at forære de aktier, so Nationalbanken var kommet i besiddelse af, til en fond med det formål at yde støtte til unge færingers erhvervsuddannelse." (30) Hetta var tann sonevndi Føroyagrunnurin.
Í 1974/75 var likviditetskreppa bæði í bankunum og í landskassanum. "Igen ydede Nationalbanken støtte, dels til bankerne direkte, dels ved genbelåning af Landsstyrets kreditter i bankerne." Og ikki óvæntað bleiv hjálpin av uppgjørdum, korkalittum tjóðveldismonnum uppfatað sum "kolonialur ágangur og hjálandapolitikkur", sum ein oddagrein í 14. skrivaði. Føroyar hava aldri síðan Grundlógina í 1848 verið uppfataðar sum koloni ella hjáland, men sum "norrøn bróðirtjóð", sum grundlógarmenninir málbóru seg.
Tað kundi verið nevnt í stuttum, men tað er kanska ein onnur søga, at føroyska vinnulívið og samfelagið eisini hava fingi ríkar møguleikar at læna ella fáa beinleiðis stuðul úr ymsum grunnum, sum skuldi gagna framburði í Føroyum. Marshalhjálp til Tjaldrið og SEV, Realkreditturin til endurnýggjan av skipaflotanum í 50-60-unum og frammá, Fiskaríbankin, Investeringsfonden for Færøerne, 60 milliónagrunnurin, Egnsudviklingsstøtte, Framtaksgrunnurin.
Fíggingargrunnurin fekk samfelagið á føtur aftur
Ikki minst Fíggingargrunnurin fra 1992, sum við næstan 3 milliardum bjargaði bankunum, var stór hjálp í neyðini. Og skera vit alt svass burtur, so virkaði hann sum ætlað: Sum ein hjálp at fáa føroyska samfelagið aftur á føtur. Hjálpin hevur verið sera effektiv. Samfelagið er komið undan kreppuni. Men hvør hevur havt mannshjarta til at siga takk fyri tað hjálp, sum varð givin í eini svárari stund? Eingin!! Allir hava teir verið við í dansinum um gullkálvin í 1980-unum. Og kanska teir skammast. So er best at skelda tað hjálpandi hondina, og venda øllum við og fáa tað til at tað var hjálparin, sum hevði alla skuld. At hjálparin konspirator og usurpator (samfelagsoyðari). Tað er hóast alt munur á frekleika og ósmædni. Orðloysingamenn bera prísin.
Semja var um partabrævabýtið
Tá Sjóvinnubankin varð endurreistur í tveimum umførum í 90-unum við almennum pengum, vóru kappingartreytirnar bankanna millum ikki javnar, soleiðis sum eg stutt nart við í fyrra parti. Føroya Banki hevði fingið hjálp úr Danske Bank, sum átti gott 60% av partabrøvunum har. Vert er at geva gætur, at Danske Bank ikki hevði nakra juridiska skyldu at hjálpa bankanum (dóttirfelagnum) í Føroyum. Hann kundi verið farin fallit, og so hevði tað ballið verið liðugt, men til sóran skaða fyri føroyska vinnulívið. Ymisk uppskot og ymiskar loysnir vóru havdar á lofti, og hetta gav ikki tey stóru problemini, í fyrsta lagi heldur ikki millum føroyskar politikarar.
"Substansen var, at de to bankers aktier i kursmæssig henseende blev bragt på samme niveau, så man kunne bytte aktier stort set lige over i forholdet 1:1" (98) sigur Mikkelsen, og heldur fra á næstu síðu: "På daværende tidspunkt var de ydre økonomiske omstændigheder så flygtige, at det var vanskeligt at finde blot nogenlunde præcist og holdbart udtryk for bankernes aktuelle hensættelsesbehov og dermed for værdien af deres engagementer."
Sjálvt partabrævabýtið skuldi javnstilla bankarnar, soleiðis at báðir fingu ein part av almenna kapitalinum, sum var skotin inn. "Ved forslaget ville Fonden (Fíggingargrunnurin, har RM var formaður, RG) erhverve aktier i Føroya Banki svarende til 52 % af bankens aktiekapital, medens Fonden ved at betale med Sjóvinnubankaktier fik reduceret sin aktieandel i denne bank fra 94 % til 64 %. Den Danske Bank fik en aktiepost i begge banker på 30% af deres aktiekapital.... Det er dette grundlag, der siden fra færøsk side blev kritiseret som mangelfuldt."
Kunningarfundur í Keypmannahavn í mars 1993
Tað var fyrst í mars 1993 at uppskotið fær snið og verður góðkent, fyrst í Grunninum, so í Landsstýrinum og Stjórnini. Men fyri at Landsstýrið kundi kunna seg hjá Danske Bank um, hvat ið ætlaninin hjá bankanum var, so bleiv skipað fyri fundi í Keypmannahavn har Marita Petersen, Sundstein og Sigurd Poulsen, landsbankastjóri luttóku.
Sum fyrireiking til henda fund hevði Landsstýrið í skundi biðið Búskaparráðið um eina meting av støðuni. Ráðið vigaði fyri og ímóti, og gjørdi vart við, at teir ikki høvdu kannað hvussu stór tap kunnu væntast í bankunum. Men teir ráddu til at partabrævabýtið fór fram, so sum uppskotið var. Búskaparráðið hevði, meðan teir arbeiddu uppá hetta notatið, gjøgnum telefonina verið í sambandi við Finanstilsynet, fyri at kunna seg um støðuna í Føroya Banka.
Allir partar høvdu sostatt tosað saman, øll vistu um støðuna, øll vistu um vandarnar, um einki bleiv gjørt (mest at vandin var dyri at DB bakkaði heilt út)
Referatið hjá Sigurd Poulsen, sum lak út, tí tað var opportunt hjá nøkrum politikarum
Her koma vit so til tað ofta illa gitna fundarreferatið hjá Sigurdi, sum seinni - nógv seinni- kom at verða "prógvið" um tær illmeintu ætlanir, sum Stjórnin og Danske Bank høvdu.
Fyrst er at siga, at tað ógviliga óheppið at eitt referat lekur út frá einum ikki almennum fundi. Minnist meg rætt, er tað hondskrivada A-4 arki hjá Sigurdi lisið upp bæði í Løgtinginum av Birgiri Danielsen, í Sjónvarpinum og eisini endurgivið fotografiskt í Sosialinum, kanska eisini aðrastaðir. Eitt referat, sum enn ikki er góðkent av øllum fundarluttakarum, er juridiskt og politiskt einki vert. Einhvør kann skriva sítt egna referat. Tað er ikki ein referentur, sum eigur sannleikan, men tað sum partarnir í fundinum eru samdir um, tað kemur at standa í endaliga og góðkenda referatinum (fundarfrágreiðingini). Men hjá føroyskum politikarum og miðlamonnum bleiv hetta funnin fressur; hetta "prógvaði", at Danske Bank snýtti.
Annað er, at hesin lekin og tað hulduspæl, sum síðan tá fór fram á politiska vøllinum øðrumegin bendir á, at ansurin fyri proportiónum, hvat ið er stórt ella lítið, er rættiliga undirútviklaður í føroyskum politikki. Hinumegin er vissa fyri at bæði lekin í samráðingarnevndini og opportunistiska hulduspælið sum seinni tók seg upp, hevur minkað um trúvirði føroyskra politikara og embætismanna.
Spurningurin um Føroya Banki var solventur, hevði pengar í kassanum í mun til skyldurnar, verður viðgjørdur sera nágreiniliga av Richard Mikkelsen. Tað er vert at minnast, at í einari turbulentari periodu, har umstøðurnar broytast ógvuliga skjótt, er altíð nógv óviss meting uppií. Støðan í dag kann vísa seg at vera ein heilt onnur í morgin.
Fleiri partar royndu at meta um støðuna, bankarnir sjálvir, Fíggingargrunnurin og Finanstilsynet. Nógv seinni kom so kanningarnevndin, Undersøgelseskommissionen, við sínum bakklókskapi og privatu granskoðarum, við sínum metingum. Men sum altíð er ólíka lættari at meta um fortíðina, um framtíðina eru nógvar myndir (scenariir) at taka støðu til.
Kanningarnevndin valdi eina meting framm um aðra
Men eitt hálvt ár aftaná partabrævabýtið er støðan í Føroyum versnað stórliga.
"Som resultat af Finanstilsynets inspektion blev Føroya Bankis hensættelser...fordoblet til 1,5 mia kr., medens Sjóvinnubankin fik sine hensættelser øget... til 1 mia. kr. Afskrivninger og hensættelser i de to banker kom herefter på niveau med hinanden...Hvorfor det pågældende revisionsfirma og dermed også kommisionen tog udgangspunkt i bankernes eget skøn frem for i Finanstilsynets vurderinger, står mig ikke klart. Derimod er det givet, at det spillede en væsentlig rolle for resultatet af den efterfølgende vurdering, om man gjorde det ene eller andet."(269; mín undirstriking,RG)
Hann ger enn eina ferð vart við hvussu óviss og broytilig støðan var. "Afskrivninger dækker over fordringer, der i regnskabsperioden er tabt. Hensættelser er en subjektiv størelse, der har til formål at give et retvisende billede af værdien af bankens udlånsengagementer ved regnskabsperiodens afslutning. Men netop i det subjektive element ligger et skøn, som det var vanskeligt at udøve med nogenlunde sikkerhed under de yderst labile (óstøðugu) forhold, der rådede på Færøerne i 1992/93..."
Sakin hevur nógvar smálutir, sum RM viðger út í æsir, eisini hvat ið kanningarnevndin seinni kom fram til. Hann ger fleiri ferðir vart við, at niðurstødurnar hjá kanningarnevndini eru ikki heilt eftirfarandi, til tíðir eru misskiljingar, eftir R. Mikkelsens meting.
"Banken var med andre orð - bedømt ud fra Tilsynets udsagn - solvent, da aktiebyttet blev indgået. Men dette var altså et udsagn, som vi efter Kommisionens senere bedømmelse ikke skulle have taget for pålydende" (273)
Landsstýrið visti fult út hvat teir tóku støðu til, og hvørjar kanningar vóru gjørdar og hvørjar ikki vóru gjørdar. RM vísir m.a. á, at Jógvan Sundstein "som spillede en central rolle under forhandlingerne om aktiebyttet, fremkom da heller ikke under disse forhandlinger med ønsker i denne retning" (274) Her meinast við ynskir um nakrar serligar kanningar um solvens oa. í eini kreppustøðu (due diligence).
Sjónvarp Føroya sum propagandasendari
Sjónvarpið eigur helst ein serligan leiklut í øsingini ella uppbyggingini av fíggindabílætinum. Føroyingar vóru í grundini púra óskyldugir, men danskarar høvdu eina óndsinnaða ætlan, eina konspiratión, um at taka ræðið í Føroyum. Mikkelsen hevur eitt stutt kapitul um føroysku miðlarnar, har han hevur fylgt væl við. Ikki er sørt at han er bilsin um, hvat ið har fór fram
"Kun en enkelt gang følte jeg, at den danske indsats og min egen rolle blev forvansket på en yderst ubehagelig måde. Dette skete i en udsendelse i det færøske fjernsyn 26.10.93. Udsendelsen, der i alt væsentligt drejede sig om aktiebyttet, var forkert og misvisende på afgørende punkter og kunne i mine øjne kun tjene det ene formål, at tilsværte Danmark og de danskere, der ...var blevet involveret i denne sag." (145) Henda sending endaði við orðunum sum RM endurgevur soleiðis: "Var aftalen (um partabrævabýtið) nødvendig, eller var der tale om uduelighed af værste slags - eller var der tale om snyd og bedrag?"
Tíverri hoppaði Sosialurin eisini uppá vognin, og skrivaði dagin eftir í eini oddagrein, at henda sjónvarpssending átti at fáa politiskar fylgjur og sendingin tænti Sjónvarpi Føroya og føroyskum tíðindamonnum til miklan heiður og sóma. Tað er at vóna at blaðstjórin hevur sissað seg, men enn liggur henda sama illgitingin í luftini: teir snýttu okkum.
"For os, derkendte de danske motiver og hensigter indefra, forekom udsendelsen enormt fordrejet og i virkeligheden at være et medieflop af de helt store." Tað komu fleiri sokallaðar dokumentarsendingar av hesum slag, sum RM meinar "bidrog til tegningen af et fjendebillede af Danmark, der kom til at præge holdningen i vide kredse i det færøske samfund"(147)
Miðlarnir áttu at verið 4. statsmaktin, men...
Tað er ein vandi í einum lítlum samfelagi, at pressan er veik. Í hesum føri satsaði SvF uppá at dekka bankamálið, og brúkti nógva orku og pengar uppá tað. (Kanska so nógvar, at ein landsstýrismaður seinni noyddist at veita SvF eykahjálp).
Hinir miðlarnir vóru ikki mentir at hava eina kritiska viðgerð av tí, sum SvF sendi út sum "sannleikar" og "prógv". Tað var lættari at lofta sensatiónini og brygga víðari upp hesa mynd av bankasakini og kreppuni, sum føroyingar flestir nú hildu vera sannleika. Tí teir høvdu fingi hesar "avdúkingar" og "sannleikar" í høvdið so ofta, at tað hevði skorað seg fast.
Men hvat skulu fólk trúgva, annað enn tað sum pressan og miðlarnir servera. Støðan verður hættislig, um sjónvarpið verður ein propagandasendari.
Kapitlið um føroysku miðlarnar endar so:
"Udsendelsens leder, programmedarbejder Høgni Hoydal, fik efterfølgende en hurtig karriere i færøsk politik som repræsentant for der republikanske Parti. Efter valget til lagtinget i 1998 blev han vicelagmand med spørgsmålet om selvstyre som sit område"
Nú síggi eg í bløðunum, at hesin sami maður hevur skrivað eina sera fantasifulla grein um Richard Mikkelsen. Men tað má eg so taka upp í triðja umfari. Haldið mær til góðar.
19.02.02