Tvørafólk, og onnur, sum hava ørindi á Tvøroyri, skulu nú venja seg við at møguleikarnir at parkera í miðbýnum á Tvøroyri, verða avmarkaðir. Nú er miðbýurin á Tvøroyri nevniligagjørdur til eitt serstakt parkeringsøki, har tað bara er loyvt at parkera í ein tíma.
Tað er langt síðani, at Tvøroyrar býráð fór at arbeiða við hesum, men nú eru skeltini sett upp sum vísa, at á teimum stóru parkeringsplássunum mitt í býnum, er bara loyvt at parkera í ein tíma.
At avmarka parkeringina mitt í býnum, er í samsvari við ferðslutrygdarætlanini, Tvøroyar Býráð samtykti fyri nøkrum árum síðani. Í hesum sambandi hevur ferðslunevndin hjá býráðnum, sum er tekniskanevnd, víðkað við koyrilærara og løgreglu, arbeitt við málinum. Býráðið á Tvøroyri heldur, at parkeringsplássini mitt í býnum skulu vera til tey, sum hava styttri ørindi í miðbýnum.
Hinvegin er tað ikki rímiligt, at fólk, sum eru til arbeiðis í miðbýnum, skulu sleppa at seta bilin fyri dagin á parkeringsplássunum mitt í Avleiðingin er, at fólk, sum hava styttri ørindi í miðbýnum, sleppa ikki av við bilin, sigur hann og endamálið við at seta tíðaravmarkaða parkering í gildi í miðbýnum, er nettupp at geva teimum betri umstøður at sleppa av við bilin.
Samstundis sum tíðaravmarkað parkeringer sett í gildi á Tvøroyri, hevur eisini verið neyðugt at seta parkeringsvørð at umsita nýggju parkeringsskipanina. Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar Býráð gjørt avtalu við Ansni, sum hevur stovnað deild í Suðuroy, um at vera parkeringsvørðar á Tvøroyri.
|