Gevst eftir heili 48 ár á sama arbeiðsplássi

Og nú hon fer, er hon eisini heiðrað við heiðursmerki frá drotningini

 

 

 

 Nú ein dagin var hugnaløta í kantinuni hjá Poul Hansen á Hálsi, og tað var fyri Tove Johansen, sum nú er farin frá fyri aldur.

Hon hevur annars arbeitt hjá Poul Hansen í samfull 48 ár, og fyri tað fekk hon eisini “Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum er givin fyri trúgva tænastu í øll hesi árini.

Tove var bara 19 ára gomul, tá ið hon fór í starv hjá Poul Hansen, sum tá helt til niðri á Bryggjubakka.

Síðani tá hevur hon verið trúgva røddin í telefon-avgeiðsluni, sum hevur tikið ímóti mongu viðskiftafólkum hjá samtakinum.