Hillary Clinton heldur, at tann tepri sigurin hjá Barrack Obama er ikki rættvísur. Sjálv fekk hon næstan 18 milliónir atkvøður, sum er meiri, enn Obama fekk, men hon hevur kortini einki val. Tí fer hon nú at boða frá, at hon gevst við valstríðnum.
Men hon vil ikki, at hennara mongu atkvøður skulu fara til spillis. Hennara veljarar skulu fáa okkurt burturúr, at teir atkvøddu fyri henni. Tað er einki at ivast í, at hon fer at kunngera sín stuðul til Barrack Obama sum forsetavalevni, men spurningurin er, hvat hon fer at krevja aftur fyri stuðulin, skrivar AP. Hon kann halda fram í Senatinum, har hon umboðar New York, men tað kann eisini hugsast, at hon fer at stilla upp sum guvernørur har. Ein annar møguleiki er, at hon fær sæti í amerikanska Hægstarætti, tí hon er kend sum ein sera dugnaligur løgfrøðingur. Tað kann eisini hugsast, at hon fær tilboð um at gerast heilsumálaráðharri í einari Obama-stjórn, og so er spurningurin um hana sum varaforsetavalevni hjá Obama. Sjálv hevur hon nevnt tann møguleikan.
Politiskir eygleiðarar í USA eru á einum máli um, at Hillary Clinton fer ikki at gevast við valstríðnum treytaleyst. Hon hevur framvegis ræðið á valmonnunum, sum hon hevur tryggjað sær, og tí kann hon framvegis arbeiðs innanfloks fyri sínum politikki.