? Gevst við villeiðingunum!

Eins og fleiri aðrir javnaðartingmenn er Hans Pauli Strøm vorðin troyttur av villeiðandi orðanýtsluni hjá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum. ? Hann tosar so nógv um at verða reiðiligur, men sjálvur livir hann illa upp til kravi at verða reiðiligur

Uppskotið hjá landsstýrinum til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya varð sum kunnugt samtykt fyri stuttum við atkvøðunum hjá samgonguni og við atkvøðuni hjá Jenisi av Rana.

Andstøðuflokkarnir, tað er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu ímóti uppskotinum hjá samgonguni, men fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um setan av eini stjórnarskipanarnevnd.

Eftir at uppskotið hjá landsstýrinum var samtykt kom fram eitt nú í sjónvarpinum, at talan hevði verið um eitt rættuliga hart orðaskiftið, har røðararnir ikki spardu hvønn annan. Sjónvarpsmanningin hevði tosað við ein skúlaflokk, sum sat eftir við tí kenslu, at tinglimirnir ikki vóru serliga vinarligir hvør móti øðrum.

? Men soleiðis er politikkur nú einaferð, vil onkur kanska siga.

? Jú, gamaní, men fyri tann skuld hevði verið rætt og rímiligt, at politikararnir sínamillum kundu góðtaka at fáa nøkur kritisk orð við á vegnum, eisini tá tað snýr seg um stórmál, heldur Hans Pauli Strøm, sum í sambandi við fullveldismálið er vorðin troyttur av tjóðveldismonnum og serliga av Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Hans Pauli Strøm heldur, at landstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur trupult við at liva upp til síni egnu krøv.


Brúkar fjølmiðlarnar

Hans Pauli Strøm heldur, at Høgni Hoydal hevur dugað ótrúliga væl at seta dagsordanin fyri øllum kjakinum um fullveldi.

? Høgni er sum kunnugt fjølmiðlamaður frammanundan og tað hevur hann dugað sera væl at gera nýtslu av, sigur Hans Pauli.

? Hann veit, at tekur ein somu vendingar upp aftur í saman, so er ein betri møguleiki fyri at áhoyrararnir »fanga boðskapin«. Og júst

hetta hevur hann dugað sera væl at brúkt. Tað er eingin, sum hevur nevnt so ofta sum hann, at onkur hevur verið ósakligur ella óseriøsur, sigur Hans Pauli Strøm og vísir millum annað til tvær samrøður, sum stóðu í Sosialinum í seinastu viku.

? Tey fyrstu orðini, sum verða endurgivin í greinini eru: ? Tað er beinleiðis ósakligt ...«, sigur Hans Pauli Strøm.

Og Hans Pauli heldur at hann kennir orsøkina til orðavalið hjá landsstýrismanninum.

? Høgni Hoydal hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum samgongan hevur gjørt, og tí má roknast við, at andstøðan hevur kritiskar viðmerkingar til uppskot landsstýrisins. Men hann skúgvar alt av borðinum við orðum um at politisku mótstøðumenn hansara eru ósakligir og óserisøsir. Men

hetta er bara ein »smartur« máti at seta propp í og støðga orðaskiftinum, tá tað tekur aðra leið enn Høgni Hoydal sjálvur vil. Sum eitt dømi vísir Hans Pauli til tosið hjá varaløgmanni um Malta.


Føroyar er og

verður ikki Malta

Undir viðgerðini av uppskotinum hjá landsstýrinum hevur Høgni Hoydal, sambært Hans Paula Strøm fleiri ferðir víst til ta skipanina, sum var gjørd tá Malta gjørdist sjálvstøðug tjóð.

Malta var ein partur av bretska ríkinum og tá landið gjørdist sjálvstøðugt fingu maltabúgvar eina búskaparliga skiftisskipan við bretska ríkið, sum tryggjaði, at Malta ikki datt niður ímillum búskaparliga eftir broytingina.

Men Hans Pauli heldur ikki, at tað ber til at samanbera Malta við Føroyar.

? Tá Høgni Hoydal, næstan uttan íhald, vísti á ta maltesisku skipanina, gjørdi eg av at fara at hyggja eitt sindur meira eftir hesum landinum, sigur Hans Pauli.

? Malta hevur sína egnu heimasíðu á Internótini og eg fór inn hagar at finna nøkur tøl til samanlíkningar. Eg fann fram til, at okkara BTÚ er fýra ferðir hægri enn BTÚ á Malta. Teir hava eina analfabetismu, sum fyri kvinnur er 18 prosent og fyri menn er hon 14 prosent. Hetta eru ikki tøl, sum vit kenna her á landið, sigur hann.

? Men tað er ikki alt, sigur Hans Pauli Strøm og vísir á munin á innflutnings- og útflutningstølunum.

? Malta hevur undirskot av samhandlinum við onnur lond, og tað er teirra stóri trupulleiki. Teirra innflutningur svarar til 1,4 mia. krónur í okkara pengum, meðan útflutningurin svarar til 0,95 mia. krónur í okkara pengum. Føroyingar innflyta fyri 2,4 mia. krónur meðan vit útflyta fyri 2,6 mia. krónur, so vit hava eitt stórt yvirskot av samhandlinum við onnur lond. Tí haldi eg eisini at tað er trupult at sammeta Føroyar við Malta.

Hans Pauli Strøm nevnir eisini annað, sum ger, at hann hevur torført at góðtaka samanlíkningina. M. a. nevnir hann tilfellið, at Malta brádliga í 1971 skifti samstarvsfelagarnar í Nato út við Warshawa-samgonguna, og tað er nakað, sum neyvan nakrantíð kann henda í Føroyum.

Hans Pauli nevndi okkurt av hesum í eini røðu hann helt á tingins røðarapalli undir viðgerðini av uppskotið landsstýrisins til fíggjarlóg, tí aftur tá hevði

Høgni Hoydal havt Malta á loft. Har fanst Hans Pauli at, at Føroyar vóru settar í bás saman við Malta, tí tað eru so stórir munir millum londini, men kritikkurin var ikki móttikin.

? Høgni Hoydal segði, at eg var ósakligur og óseriøsur, sigur Hans Pauli Strøm.


Maltesar vildu varðveita bretsk hervald

? Veruleikin er, sigur Hans Pauli Strøm, at Malta fekk sjálvstýri frá Bretlandi í 1964. Gjørd var ein yvirgangsskipan, sum skuldi verða galdandi í 10 ár.

Hernaðarstøðir hava verið á Malta í nógv ár. Bretar hava havt fasta støð í nógv ár og henda støð var ein partur av yvirgangsskipanini við bretar.

? Tá endin av yvirgangstíðini nærkaðist royndu maltesar at longja tíðina, bretska hervaldið skuldi vera á Malta, móti hækkaðum gjaldi fleiri ár aftrat.

Nevnast kann eisini, at umframt sambandið við Bretland hevur Malta havt

samband við Kina og Libya hjá Gadaffi.


Javnaðarflokkurin fekk einki

Í sambandi við viðgerðina av uppskoti landsstýrisins vóru tingingar millum landsstýri og javnaðarflokkin um samstarv.

Tað hevur verið sagt so ofta hesa seinastu tíðina, at tað er neyðugt, at uppskotið um ríkisrættarligar broytingar fær so breiða undirtøku sum gjørligt, men tað vísti seg at verða ógjørligt at fáa semju millum partarnar og m. a. tí legði Javnaðarflokkurin sítt egna uppskot fyri tingið.

Og eisini her heldur Hans Pauli at varaløgmaður er farin av sporinum.

? Høgni hevur sagt, at tað er ósakligt at kroysta fólk í básar, men hann er ein tann ringasti at gera tað sjálvur, sigur Hans Pauli Strøm og

leggur afturat: ? Og aftur her brúkar hann sína »fjølmiðlafortíð«.

? Hann brúkar stuttar parolukendar setningar, sum hann endurtekur upp í saman. Hetta ger, at hann einsamallur stendur eftir sum tann semjusøkjandi yvir allar og ikki minni, at hinir vilja einki, eru negativir, ja, snøgt sagt eru tvørball.

Um sjálvar samráðingarnar sigur Hans Pauli, at nú er tað einaferð samgongan, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið um broytingar í

ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og tí var eisini hugsandi, at samgongan, á fundinum við andstøðuna, hevði okkurt at bjóða, men so var ikki.

? Teir høvur púrt einki at bjóða, men kravdu hinvegin at síggja okkara krøv. Og tá varaløgmaður sigur, at Javnaðarflokkurin eingi krøv hevði, so er hetta beinleiðis lygn, sigur Hans Pauli.

? Vit vóru á einum fundi við landsstýrismannin, og á tí fundinum høvdu vit ein lista við 32 punktum, sum vit tosaðu út frá. Út frá hesum greiddu vit frá - út í æsir - hvat Javnaðarflokkurin vildi og hvussu langt vit vildu ganga í sjálvstýrismálinum. Men tað var landsstýrismaðurin, sum hvørki var til at høgga ella stinga í. Seinni pástendur Høgni Hoydal, at andstøðan hevur fingið alt tað við, sum teir hava vilja havt, men »Javnaðarflokkurin hevur sagt nei til alt tað teir hava fingið boðið«. Hetta er beinleiðis ósatt, sigur Hans Pauli Strøm.

Hans Pauli vísir á, at tað var ikki eitt »tilboð« frá landsstýrinum at málið skal fyri aftur tingið tá fyrireikingarnar eru lidnar, tí tað hevur allat tíðina verið ætlanin. Tað stóð longu í viðmerkingunum til upprunaliga uppskotið frá landsstýrinum.


Vit hava givið okkum

Hans Pauli Strøm vísir á, at Javnaðarflokkurin sanniliga hevur givið seg í samráðingunum við landsstýrið, meðan tað hevur verið trupult at fáa landsstýrið at flyta seg ein tumma.

? Vit hava m. a. givið okkum á økinum um nýggja skipanin skal verða innanfyri ella uttanfyri verandi ríkisfelagsskap.? Javnaðarflokkurin gjørdi greitt, at vit eru ímóti at tað longu undan kanningunum skuldi staðfestast at endamálið var fullveldið, so sum tað var lagt fast í uppskoti landsstýrissins. Tí skjeyt Javnaðarflokkurin upp fyri landsstýrinum, at tað hevði verið skilagott, at skilt uppskotið hjá teimum sundur í tvey. Fyrst skal kanningararbeiðið gerast og tá úrslitið av hesum kanningararbeiðið fyriliggur, skal støða takast til, um »barnið skal eita fullveldi ella okkurt annað«.

? Við hesari tvídeiling, hevði enntá verið møguligt, at fingið Sambandsflokkin við til at gera kanningarnar, sum undir øllum umstøðum

skulu gerast, men tað varð ikki góðtikið.

? Eitt annað dømi er, at eg setti sjálvur eitt uppskot fram um at broyta heitið á

Grundlógarnevndini og arbeiðssetning hennara. Henda skuldi í staðin eita grundlógar- og stjórnarskipanarnevnd. Samstundis skuldu vit broyta kommisoriið ella arbeiðssetningin

soleiðis, at henda nevnd fekk møguleika at kanna og gera uppskot til broytingar í verandi donsku grundlóg, so hon kann gerast ein ríkisgrundlóg, íð kann rúma ta støðu Føroya, sum Javnaðarflokkurin vil, nevnliga Føroyar sum ein sjálvstøðug tjóð, javnbjóðis við Danmark.

Men heldur ikki tað varð góðtikið, sigur Hans Pauli Strøm, sum ikki dylir yvir at hann er troyttur av landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum og hansara villeiðandi framferð.


Vilja eisini av

við blokkin

? Tað er púra greitt, at Javnaðarflokkurin eisini vil av við blokkin; Føroyar skulu verða eitt sjálvbjargið samfelag, bæði búskaparliga og politikst.

? Men tað tekur tíð at avvikla gomlu skipanina og tað tekur eisini tíð at menna tað vinnuligu og búskaparligu orkuna í samfelagnum.

? Tí meta vit, at henda tillagingin av føroyska samfelagnum verður gjørd í samstarvi við danska statin og Javnaðarflokkurin er fullvísur í, at vit fáa eitt betri samstarv at loysa hesa uppgávuna í ríkisfelagsskapinum heldur enn uttanfyri, sigur Hans Pauli Strøm at enda