Géza staðfesti við einmansavriki

Hóast sigurin ikki var størri enn tvey mál, so var eingin ivi um, at avrikið hjá Víkingi var sannførandi og kundi havt borið størri sigur við sær

Tað kemur fyri, at TB argar, tá ið favorittarnir vitja við Stórá í Trongisvági.

 

Hóast avrikini og úrslitini hjá Víkingi higartil í ár ikki hava verið so sannførandi, sum tey annars hava verið undanfarnu árini, so var Víkingur roknaður at vera stórur favorittur við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Sølvi Vatnhamar var ikki á liðnum hjá Víkingi, tí hann var leikbannaður, og TB liðformaðurin Salmundur Bech var ikki á TB listanum, tí hann var skaddur.

 

Víkingur vann 2-0, og tað var eingin ivi um, at avrikið hjá gestunum var meiri samanhangandi og sannførandi, enn tað var hjá heimaliðnum. Tað var meiri hugflog og greiðari spælætlan hjá teimum ljósabláu, sum aftur og aftur spældu seg í góðar støður eftir innlegg úr síðunum, og tá ið tað eyendaðist at samanspæla millum TB verjuna, har tað vóru fimm spælarar og TB miðvøllin, sum var mannaður við fýra spælarum aftanfyri einsamalla Onyekachi Hope Ugwadu, sum stríddist og royndi at bjóða av, men sum mest sum hvørja ferð hevði tríggjar ella fýra mótstøðumenn kring seg.

 

Finnur Justinussen hevur higartil í ár verið nógv skaðadarvaður, og hann hevur sjáldan verið millum teir fystu ellivu. Tað var hann í dag, og hann takkaði fyri, tá ið hann við høvdinum og við handara stólpa sendi bóltin dygst inn við stólpanum og uttan møguleika at bjarga hjá Anders Hoff, sum annars aftur og aftur bjargaði og vísti stórbjargingar. Ikki minst tá ið Finnur Justinussen beinanvegin og eftir innlegg úr vinstru var púra leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin ímóti málinum. Uppspælið til  1-0 málið áttu Atli Gregersen, sum sendi bóltin í høgru til Signar á Brúnni, ið legði væl og neyvt til handara stólpa.

 

Í seinna hálvleiki var tað miðvallarstýrimaðurin Géza David Turi, sum staðfesti 2-0 sigurin. Hann rak tað mesta av hálvum vølli, og eftir at hann hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum, sendi hann av brotsteigarmarkinum bóltin flatt í málið dygst úti við stólparótina. Hetta var 82. Landskappingardysturin hjá Géza Dávid Turi, og hetta var aðru ferð, at hann var málskjútti. Fyrra málið skoraði hann 8. apríl í ár, tá ið Víkingur vann 1-0 í Fuglafirði.

 

 

 

 

 

TB – Víkingur 0-2 (0-1)

 

0-1: Finnur Justinussen 33.

 

0-2: Géza Dávid Turi 60.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

TB: Anders Hoff – Jens Erik Bruhn, Bartal Einarsson Petersen (Olivur Renéson Thomsen, 62.), Aron Sørensen, Musah Armah, Ragnar Joensen – Samudeen Musah, , Nikolei Johannesen, Markus Thorberg, John Villi Wøldike Leo (Oddmar Nybo Jespersen, 71.) – Onyekachi Hope Ugwadu

 

Gult kort: Onyekachi Hope Ugwadu

 

Venjari: Tummas Erling Djurhuus

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni (Ingi Arngrímsson, 90.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Géza Dávid Turi (Árni Nóa Atlason, 89.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Ari Olsen, 75.) – Jákup Johansen (Martin Klein Joensen, 74.), Poul Kallsberg, Olaf Bárðarson (Páll Eirik Djurhuus, 88.) – Finnur Justinussen

 

Gult kort: Aron Jarnskor Ellingsgaard

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen