GHM OG Glymur adventskonsert í Hoyvíkar kirkju

Konsert verður í Hoyvíkar kirkju í kvøld.

Aftur í ár fara Harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur at hava advendskonsert í Hoyvíkar kirkju. Tað verður í kvøld, sunnukvøldið 2. desember, kl. 19.


GHM er blivin fastur gestur í kirkjuni í Hoyvík í adventstíðini og limir úr orkestrinum hava eisini trúfast spælt, tá jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Á konsertini í morgin fer orkestrið at spæla ymiskt advents- og jólatilfar. Leiðari hjá GHM er Johan Hentze.


Kórið Glymur var eisini saman við GHM á adventskonsertini í Hoyvíkar kirkju í fjør. Á konsertini í morgin fer kórið bæði at syngja saman við orkestrinum og tey syngja eisini sjálvi. Leiðari hjá Glymi er Hans Olivur Joensen.