Øgilig ferðsla í Vágum

Ferðslan gjøgnum Vágatunnilin var dupult so nógv í samband við grindina, ið doyði í Bø týskvøldið, sum hon var, tá mest varð koyrt í fjør

Tað koyrdu reiðiliga 3.500 bilar gjøgnum Vágatunnilin ter báðar dagarnar, grindin var hildin til og tikin upp í Vágum fyrr í vikuni. Hetta er dupult so nógv, sum tá ferðslan var mest í fjør, siga tey á skrivstovuni hjá Vágatunlinum.
Tann dagin, grindin varð hildin til, fóru knappliga 1.600 bilar gjøgnum tunnilin, og dagin eftir var talið nærri 2.000.
Hóast hetta sigur løgreglan í Vágum, at ferðslan í oynni gekk av tí besta hesar dagarnar, og einki óhapp er fráboðað.
Tey fingu hjálp úr Havn at halda skil á, verður sagt av politistøðini í Miðvági.
Tá hildið varð til í Bø týskvøldið, vórðu allir bilarnir, sum har komu, parkeraði í øðrum vegkantinum. Tað gjørdi, at røðin var øgilig, og teir seinastu grindamennirni, sum møttu upp, sluppu at ganga nakrar kilometrar, sigur løgreglan.
Hetta er mesta tal av fólki, sum verið hevur í grind í Vágum nakrantíð, og grundin er einføld. Hetta var fyrsta grind, sum hildin varð til í Vágum, síðan Vágatunnilin lat upp.
Kortini siga tey á politistøðini í Vágum, at tey í grundini høvdu væntað fleiri fólk hesar dagarnar.