Gilli hevur fingið Andrias til Odd

Andrias Edmundsson fer at venja við Odd í komandi viku, eftir uppskot frá Gilla Rólantssyni

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Andrias Edmundsson

Andrias Edmundsson er ein av seks spælarum, sum fara at venja við Odd í komandi viku. Tað er landsliðsliðfelagin, Gilli Rólantsson, sum hevur verið millummaður, fyri at fáa miðverjan at koma til royndarvenjing.

 

Odd fær í komandi viku vitjan av spælarum, sum felagið ætlar at hyggja nærri at. Tríggir úr Norra og tríggir, sum eru aðrastaðni frá. Ein teirra er 21 ára gamli miðverjin á føroyska landsliðnum, Andrias Edmundsson

 

Hann spælir í løtuni við Águilas FC í Spania, men tað gongur illa við at fáa spælitíð, eftir at nýggjur venjari er komin til. Andrias Edmundsson hevur havt ein drúgvan skaða, sum hann nú er sloppin av við. Hartil gongur sáttmálin út í summar.

 

- Eg havi sáttmála til í summar, men eg havi ikki spælt í seinastuni. Nú eri eg opin fyri øllum møguleikum, segði Andrias Edmundsson við In.fo fyrr í vikuni.

 

Ein av teimum møguleikunum er so ein royndarvenjing í Odd, har Gilli Rólantsson eisini spælir. Tað er hann, sum hevur verið millummaður. Ætlanin er at teir seks spælararnir skulu spæla í einum venjingardysti mikudagin móti Mjøndalen við Meinhardi E. Olsen á liðnum.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Andrias Edmundsson