Arbeiðspláss á starvsfólkatúri í Edinburgh

Í samband við, at tað eru 50 ár liðin síðani P/F Poul Michelsen varð sett á stovn, vóru starvsfólk við makum hjá P/F Poul Michelsen, PM Pluss og Kjøtbúðini í Edinburgh í vikuskiftinum.

 

Tað var í 1974, at Poul Michelsen fór undir sítt egna virki, eftir at hann fyrst hevði arbeitt hjá Balslev, har hann fór í læru í 1962, og síðani hjá P/F Kartna Winther.

 

Poul Michelsen var saman við Kartna Winther og Tórbjørn Sørensen um at keypa heilsølupartin frá Balslev. 

 

Hóast Poul Michelsen hevur verið í heilsøluvinnuni í góð 60 ár, so hevur hann fingist við mangt annað eisini. Longu tvey ár eftir, at fyritøkan flutti inn í nýgg ja bygningin við Hoyvíksvegin tók hann við sum borgarstjóri í Havn, eitt starv, hann røkti í samfull 12 ár, frá 1. januar í 1981 til 31. desember í 1992. Síðani hevur hann millum annað verið stjóri á Fiskasøluni í tvey ár, løgtingsmaður í 23 ár og landsstýrismaður í fýra ár. 

 

Men hvussu kom hugskotið um at byrja sína egnu fyritøku? 

 

Lesið greinina: Poul í læru hjá Balslev í 1962