Gilli slapp heldur ikki á vøllin í kvøld

Gilli R. Sørensen hevur ikki spæl ein dyst í donsku superliguni síðani 1. september

Nú eru skjótt farnir tríggir mánaðir síðani Gilli R. Sørensen seinast spældi ein dyst fyri Vejle í donsku superliguni.

 

Heldur ikki í kvøld slapp Gilli á vøllin, tá Vejle leikti javnleik 1-1 móti Hvidovre á útivølli.

 

Seinast Gilli var á vøllinum í einum dysti í superliguni fyri Vejle var 1. september, tá Vejle vann 2-1 á OB á útivølli.

 

Síðani 1. september hevur Gilli bara spælt ein dyst í donsku steypakappingini, har Vejle aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping tapti fyri Hørði H. Askham og liðfeløgunum í AB. Hetta var 1. november.

 

Vejle hevur bara ein dyst eftir at spæla undan vetrarsteðginum. Tað er komandi fríggjakvøld. Tá spælir Vejle á útivølli móti Randers FC.

 

Sleppur Gilli ikki á vøllin komandi fríggjakvøld má hann bíða heilt til 18. februar komandi ár, tá kappingin í superliguni byrjar aftur.