Mikukvøldið 9. november kl. 19.30 heldur Gitte Klein fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni við heitinum »Børn í talgilda veruleikanum«.
Tað er ofta torført hjá foreldrum at vegleiða børnum at brúka teldu og internet. Fleiri foreldur ilskast, at børnini nýta ov nógva tíð í talgilda heiminum, men foreldrini hava sjálvi ábyrgdina av at avmarka teldunýtsluna hjá børnum. Hetta fer Gitte Klein millum annað at tosa um á fyrilestrinum á Klaksvíkar bókasavni mikukvøldið.
Eftir fyrilesturin verður kaffi við onkrum góðum afturvið, sigur Klaksvíkar bókasavn í skrivi.