Sosialurin, Nuuk: »Vit boða tann besta boðskapin nakar kann hoyra og tí eiga vit ikki at vera mótleys ella umberandi í okkara boðskapi, sigur Hans Sivertsen, føroyskur trúboðari í Nuuk,
Dieseloljan sprænir skjótt gjøgnum dysurnar á stóru motorunum umborð á trúboðarabátinum Imanuel, og brummið frá motorinum niðri undir okkum fær bátin at skelva, nú vit eru við at koma upp í ferð uttanfyri Atlantsbryggjuna í Nuuk. Vit eru á veg saman við Hans Sivertsen, trúboðara í Brøðrasamkomuni í Nuuk, suður í Ameralikfjørðin við børnum úr einum barna-garði í Nuuk. Tey skulu á legu. Nú er ferð á Imanuel, hann gongur 17 míl, og skjótt rennir aftur við borðinum. Tað er dýrdarveður, og eftir at hava siglt eina løtu eru vit undir fjallinum Hjortetakken, sum er eins eyðkent fyri Nuuk og Kunoyarnes er fyri Klaksvík.
- Sonur mín hevur verið upp á Hjortetakken, sigur Hans. Tað er ikki so ringt at koma upp, sær øgiligt úr norðanfyri, men sunnanfyri er meira laggongt.
Hans Sivertsen er 58 ára gamal í dag. Hann hevur verið trúboðari í Grønlandi næstan uttan íhald seinastu 33 árini. Tann er hann sum stýrir Imanuel, trúðboðarabáturin hjá Brøðrasamkomuni í Nuuk.
Ein reyður risi
Hans er stórur maður, hann hevur reydlitt ívið hár, næstan hvítt skegg og ikki eitt kilo ov nógv er at síggja á honum. Hann hevur myndugleika yvir sær, nú hann stýrir grønlendskum børnum og Imanuel alt í einum inn í gjøgnum Ameralikfjørðin, sum er ein av hesum grønlendsku fjørðunum, sum ongan botn tykist at hava. Vit hava nú siglt í hálvan annan tíma, og vit sigla framvegis. Tað er nakað milt og gott yvir Hans og hann er lættur at práta við. Tað er ikki hann sum førir an í samrøðuni, eg má spyrja og onkuntíð verða eitt sindur tolin, áðrenn nakað kemur soleiðis heilt av sær sjálvum.
Berligt land vit sigla framvið. Ísbrýnt og kargt, lítið vøkstur. Báturin Imanuel er so staðkendur her, at hann næstan finnir sjálvur. Umframt at vera trúboðarabátur, so verður Imanuel nógv nýttur av ferðavinnuni í Nuuk, eins og Norðlýsi í Føroyum. Fyrst skulu vit seta tveir føroyingar av í Prestafjørð-inum. Imanuel lá fyri akker her herfyri, vanliga plagar Brøðrarsamkoman at gera útferðir í Prestafjørðin, sum er óbygdur. Seinast teir vóru, vóru teir so óhepnir at missa annað akkerið og eitt slíkt kostar eini 4000 krónur. Teir báðir sum skulu í land við eini jollu, hava vónir um at finna akkerið. Teir hava fest eina stóra magnet í ein enda, og vóna so at tað rennir saman millum magnetina og akkerið í taraskóginum. Tann einasti sum onga vón hevur um at finna akkerið aftur er Hans Sivertsen, trúboðarin í Nuuk. Og hann fekk rætt, akkerið liggur framvegis í Prestafjørðinum. Teir funnu tað ikki.
Akkurát nú snara vit út av Prestafjørðinum, har ein starvsfelagið og navni hjá Hans fyri skjótt 300 árum síðan ætlaði at seta seg niður. Tað er tann navnframi Hans Egede, sum bar kristintrúnna til Grønlands. Hans Egede velti eitt sindur í Prestafjørðinum, men flutti ongantíð inn. Her er líggjari og veðurbetri enn í Nuuk.
Kallaður sum ungur
Í Brøðrasamkomuni er rættuliga vanligt, at fólk gerast andaliga vakt á heilt ungum árum og hendan persónliga upplivingin av Guds hjáveru gerst ein hornasteinur í lívinum. Tað er frá hesum degi, at nýggja lívið verður roknað. Og trúboðaravirksemið hjá Paulus upptekur fólk nógv í Brøðrasamkomuni. Neyvan í nakrari aðrari samkomu eru lutfallsliga so nógvir trúboðarar úti, sum júst hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Hans tosar ikki so nógv um, akkurát nær hann kom til umvendilsi, meira um, tá stóra avgerðin varð tikin, at hann skuldi vera trúboðari. Hans kom til umvendilsi sum blaðungur.
- Sum 23 ára gamal í 1968 fall avgerðin. Eg hevði tá verið tríggjar mánaðar í Nuuk og hjálpt til hjá Brøðrasamkomuni og var komin heim aftur. Men at tað akkurát skuldi gerast Grønland, sum kom at verða mítt virkisøki var kanska ein tilfeldigheit. Tað var meira hetta her, um eg skuldi verða trúboðari, sum upptók meg, sigur Hans Sivertsen.
- Eg hugsaði nógv um at fara út at boða Guds orð. Eg legði hetta fram fyri Harran og segði við hann, at tað mátti verða púra greitt, um eg skuldi fara ella ikki. Genta mín Jonna var tá stødd á bíbliuskúla hjá New Tribe Mission í New York og hon kendi mínar ætlanir. So fekk eg eitt bræv frá henni, har hon skrivaði: "Hans, hevur tú hugsað um Grønland?" Hesin setningurin var sum eitt bønarsvar fyri meg. Avgerðin var tikin, eg vildi til Grønlands. Eg vendi eyguni upp eftir og segði: »Ok, Harri, tað verður Grønland«, sigur Hans Sivertsen.
Vit eru á veg inn í Ameralikk fjørðin við grønlendskum barnagarðsbørnum. Tey sita frammi í lugarinum so fitt og eygagóð. Apropos grønlendsk børn, so møtti eg einum føroyskum fiskimanni í Nuuk í gjárkvøldið. Hann var ikki heilt einsamallur, hevði kenning og bleiv við at undrast hvussu nógvar grønlendingar hann sá, hann hevði ongantíð í lívinum sæð so nógvar grønlendingar sum í Nuuk. »Hygg, har er aftur ein,« breyt hann meg av, tá eg spurdi um okkurt. Eg prátaði eina løtu við hann, meðan eg bíðaði eftir nátturanum á matstovuni, beint viðsíðuna av Muttinum, kendasta vertshúsið í Nuuk. Eg hjálpti honum eina løtu at telja grønlendingar sum gingu framvið. »Grønlendingar allir samlir, og so duga teir so væl grønlendskt, og eg skilji ikki eitt orð,« helt hann á fram at siga við seg sjálvan undrandi.
- Tað lá líka sum í luftini, at eg skuldi velja sjóvegin. Pápi var skipari og eg fór eisini til skips sum blaðungur við Sjúrðarberg, sum pápi førdi. Beiggi mín valdi eisini sjóvegin. Eg hevði verið í Grønlandi fyrr, einaferð í Holsteinsborg, men mest í Føroyinahavnini, men tað var við skipi sum fiskimaður og nú skuldi eg aftur at royna nakað heilt annað. Men longu við pápa, sá eg ein tørv fyri trúboðaravirksemi í Grønlandi. Tá vóru føroyingar mest í Føroyingahavnini, sigur Hans Sivertsen.
Hvussu tók familjan móti tíni avgerð um at gerast trúboðari?
- Pápi segði ikki so nógv. Hann var kanska eitt sindur stúrin, men hann vildi ikki órógva tað sum eg kendi var rætt. Eg minnist, at pápi segði við meg nakað soleiðis: »Hans, eg var 17 ára gamal, tá eg kom til trúgv. Eg legði tá fram fyri Harran, hvat eg skuldi brúka mítt lív til, og tað sá út til, at hann vildi hava meg til at sigla, sigur Hans Sivertsen.
- Mamma var bekymrað, leggur Hans aftur at.
Hans er av og á niðri í maskinrúminum. Hann hevur ein skiftilykil í hondini og hann roynir at skrúva okkurt, so Imanuel gongur eina hálva míl afturat teimum 17. Hann er hegnigur maður, og tað er kanska ikki so løgið, tí hann er ættaður úr Nornastovu í Mikladali í móðirætt. Mamman Elsa Maria var úr Nornastovu og úr hesi kendu stovu koma hegnigir menn at tað søgan veit um. Hans er eisini ein friðaligur og siðiligur maður og tey sum kenna hann halda, at hendan eginleikan hevur hann serliga úr Uppistovu í Hvannasundi, har pápin Martin var ættaður. Foreldrini settust niður í Klaksvík beint uttanfyri dyrnar í Betesda, so tað var kanska ikki so løgið, at Hans gjørdist trúboðari.
Vælumtókt barnalega
Imanuel siglir framvegis inn eftir Ameralikfjørðinum. Nú nærkast vit málinum. Langt inni í fjørðinum er ein síðufjørður og har inni liggur leguhúsið hjá Brøðrasamkomuni í Nuuk. Tað liggur eitt sindur niðanfrá fjøruni. Her er fjøruslætt og ein á rennir omanvið leguni. Runnar úr píl vaksa kring leguna. Her er vakurt, her er stilt og lendið sæð út soleiðis sum tað hevur sæð út í mong túsund ár, síðan jøklarnir tinaðu einaferð í fyrndini.
- Vit fóru undir summarlegurnar í 1973. Tá høvdu vit verið trý ár í Grønlandi. Eg hevði verið við til at fyrireika ta seinnu summarleguna, sum varð hildin við Áir. Hetta var áðrenn legurnar fluttu á Vatnsoyrar. Í 1967 var eg á legu á Vatnsoyrum og har møtti eg Jonnu. Tað vóru neistar okkara millum beinanvegin. Tá eg var komin til Grønlands so hugsaði eg, at vit máttu fáa eina legu sum í Føroyum. Ein summarlega er gott grundarlag undir andaligum arbeiði. Vit fingu eitt hús úr gomlu føroyingahavnini, sum varð tikið niður fjøl fyri fjøl og síðan ført her inn og sett smíðað aftur. Tað var gamla butikkin. Síðan hava vit fingið eitt annað hús, sum eisini er sett upp her. Grønlandsfelagið var sera hjálpsamt í hesum máli, sigur Hans Sivertsen.
Hans tosar ikki bara um Gud. Hann er væl inni í samfelagnum og hevur áhuga fyri hvat fyriferst. Men hóast hann ikki bara tosar um Gud, so tosar hann nógv um Gud og serliga hvussu hann hevur verið leiddur av Gudi, síðan hann sum blaðungur byrjaði sum trúboðari í Grønlandi.
- Skal tú seta teg niður uttan fyri bygt lendi í Grønlandi, so eru tað tvey ting, sum mugu vera á nýggja staðnum. Lendingarmøguleikar og vatn. Eg hevði funnið eitt sera náttúruvakurt pláss her inni á Ameralikfjørðinum á syðra armi, sum tóktist at vera sum smíðað til legupláss. Har var gott vatn og kyrt. Eg spurdi myndugleikarnar um eg ikki kundi fáa hetta plássið til leguna. Fekk játtandi svar beinanvegin frá tí eina myndugleikanum í Grønlandi, men so komu kontraboð úr Keypmannahavn. Tað endaði við, at vit fingu ávíst nýggja plássið, har legan liggur í dag. Eg var eitt sindur keddur um hetta, men vit fóru so undir leguna við góðum treysti. Nakað seinni frætti eg frá fólki, sum hevði hildið til á plássinum har legan skuldi liggja, at har var ikki verandi um summarið fyri mýggjabitum. Og her sum vit halda til eru ongir mýggjabitar. Høvdu vit lagt leguna har eg ætlaði,so hevði hon verið ónýtilig, sigur Hans.
Hans sigur, at legan verður leigað út til grønlendingar um várið og um heystið. Um summarið er tað Brøðrasamkoman sum heldur sínar egnu legur her. Grønlendingar sum leiga legurnar fara væl um. Serliga væl umtóktar eru legurnar hjá skúlum og barna-gørðum. Hetta leiguvirksemið og tað at bátarnir eisini verða nógv leigaðir av grønlendingum ger, at legan og bátarnir hvíla í sær sjálvum fíggjarliga.
- Summarlegurnar hjá Brøðrasamkomuni eru væl umtóktar her. Eini 130 børn eru her á hvørjum sumri og ofta er tað soleiðis, at fólk sum sjálvi hava verið á legu her inni vilja hava at teirra børn eisini sleppa at uppliva tað sama. Tað er ríkt fyri okkum. Vit síggja eisini, at vaksin, sum hava verið her sum børn koma at hjálpa til. Fólk úr samkomuni hjálpa eisini væl til um summarið. Summarlegan er ein ógvuliga tungvigandi partur av okkara arbeiði, sigur Hans Sivertsen.
Hvussu fruktargóð andaliga hava hesi árini verið í Grønlandi?
- Vit hava upplivað nógvar gleðir og nógvar sorgir í okkara arbeiði. Nøkur komu til trúgv tey fyrstu árini. Vit sáa so trúgv í tænastuni sum vit kunnu, og so lata vit úrslitið til Harrans at avgera. Tað hevur stóran týdning við sjálvrannsakan í okkara arbeiði. Vit leggja okkara arbeiðir fram fyri føtur Harrans og so góðtaka tað hann vil.
- Men nógv hava verið á legunum og hoyrt orðið. Eg havi ofta hoyrt í útvarpinum setningar sum hesar. »Eg kom til persónliga trúgv á summarlegu í Ameralik.« Vit vistu einki um hetta, kendu ikki úrslitið, sigur Hans Sivertsen.
Torfør byrjan
Hvussu var tað sum blaðungur at koma til eitt heilt fremmant land at boða Guds orð. Misti tú ongantíð móti?
- Eg veit ikki. Vit fara út at boða tann besta boðskapin nakar kann hoyra og tí eiga vit ikki at vera mótleys ella umberandi í okkara boðskapi. Tá dirvið vantaði, so var Rómverjabrævið 11 ein stór troyst.
- Men tað var tungt fyrstu árini, serliga málið var okkum ein foran. Eg hevði verið á bíbliuskúla, har lærdi eg enskt og týskt, og ætlanin var ikki at fara til Grønlands. Grønlendskt var torført at læra, málið var í eini broytingartíð, júst tá vit komu og tey fingu tá eina nýggja rættskriving. Hjá okkum var tað soleiðis, at konan Jonna dugdi væl mállæru og eg var stinnari í at tosa. Á hendan hátt kundu vit hjálpa hvørjum øðrum. Men tað var tungt hjá okkum at læra málið. Vit deildi traktatir út, bjóðaðu fólki á møti og hildu útimøtir eisini. Hóast tað onkuntíð var einsligt, so var hetta ein spennandi tíð, vit vóru ung og sterk, sigur Hans.
- Vit vóru í hvussu er sannførd um, at okkara arbeiði kundi vera til signing fyri mong, sigur hann.
Jonna harða lagnu
Hans møtti Jonnu á eini summarlegu á Vatnsoyrum í 1967. Tey fullu fyri hvørjum øðrum beinanvegin. Jonna var ung einkja við tveimum synum. Hon hevði verið gift við einum danskara, sum sigldi við einum Maerskbáti. Hann doyði av eini spreinging í maskinrúminum saman við fimm ørðum. Hon fekk boðini jólaaftan 1962. Hon var næstan komin at eiga og føddi teirra yngra son 2. januar 1963. Hann sá sostatt ongantíð pápa sín.
Hans og Jonna gjørdust trúlovaði og tá hon kom aftur av bíbliuskúla í New York giftust tey. Tey blivu ríkaði við ikki færri enn fimm børnum afturat. Tann elsta dótturin hjá Hans og Jonnu er fødd í 1970 og tað yngsta í 1974. Og tá var tann elsti drongurin hjá Jonnu úr fyrru giftu 11 ára gamal.
- Vit vóru níggju fólk í húsi og tað var stríggið hjá Jonnu, tí eg var nógv á ferð og hon var altíð heima. Men hon tók sanniliga eisini hond í í samkomuni, sigur Hans og sendir ein tanka niður til Jonnu. Hon er í Danmark í løtuni av heilsuávum.
Jonna er dóttir Dánjal Joensen, Dánjal hjá Mouritsi úr Vági, og Amandu Poulsen ættað av Vatnsoyrum.
Byrjaðu í Sukurtoppinum
- Tá vit fluttu yvir í 1970, so høvdu vit ongar ætlanir um at vera her allar okkara dagar. Vit høvdu slett ongan tíðshorisont. Vit høvdu bara ein setning, vit skuldu boða Guds orð millum grønlendingar. Vit byrjaðu í Sukurtoppinum. Fleiri føroyskar familjur, eini fimm, sum høvdu sín andaliga heimstað í Brøðrasamkomuni, vóru í Nuuk tá. Tey ætlaðu at byggja ein sal og vildu hava okkum at koma til Nuuk. Eg var fyrsti føroyski trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni í Grønlandi. Vit avgjørdu at fara til Nuuk, hetta var um heystið 1971. Eg haldi vit høvdu lætt at fella til, ung og spent, men tað kundi eisini vera einsligt.
Vit eru á veg út eftir Ameralikfjørðinum. Nú er eitt lot eina løtu. Hans hevur einki álit á veðrinum á Ameralikfjørðinum.
- Hann er lúnskur og tú kann ongantíð rokna við veðrinum her. Tað hevur nakað at gera við sjóvarfall, flóð og fjøru og so kuldan innan av landi. Áðrenn tú veit av, so kann vera frískur vindur her inni sum av røttum átti at verið deyðavatn.
Verið allastaðni
Hans man vera ein tann mest meinkunnigi maðurin í Grønlandi. Tað er ikki tann bygd, har hann ikki hevur verið og boðað tann besta boðskapin nakar kann hoyra.
- Skuldu vit koma runt, so máttu vit hava bát. Vit fingu Sildberan yvir í árunum 1976-80 og vit hava havt aðrar bátar, eitt nú Beintu hjá Eiler Jacobsen. Í dag hava vit tveir bátar, annar er í Føroyum akkurát nú. Vit hava verið kring alt Grønland og hildið møtir, úr Thule og eystur til Anmagsalikog vit hava verið væl móttiknir. Nógv fólk hava eisini verið á møti. Eg minnist einaferð í Upernavik, at eg fekk lánt forsamlingshúsið til møti. Aftaná spurdi eg hvat vit skyldaðu. Nei, søgdu grønlendingarnir, vit skyldaðu einki, tí teir vildu flyta peningin av eini konto teir áttu til upplýsning. Teir høvdu fingið so góðan upplýsning av møtinum, at teir hildu, at tað almenna átti at rinda tað sum vit skuldu rinda í leigu, sigur Hans.
Foreldrini fluttu
Hóast tað eisini var einsligt í fyrstuni, so hendi ein stórhending, tá íð Hans og Jonna vóru flutt til Nuuk. Kongaligi Grønlendski handilin bygdi stóran trolaraflota og ein av ráðgevunum til hendan flota var Kaj Johannsen. Martin Sivertsen hevði siglt við Kaj síðan hann var blaðungur og hann arvaði Sjúrðarberg eftir Kaj, tá hesin fór umborð í týska Skálaberg í desember 1956. Kaj var um at vera uppilagstur um hetta mundi, men hann hevði fingið til uppgávu frá KGH at finna dugnaligar føroyskar yvirmenn til nýggju trolararnar. Og hvat var meira náttúrligt fyri Kaj, enn at spyrja gamla álitismann sín, um hann vildi fara til Grønlands, so meinkunnigur hann var á hesum leiðum.
Martin flutti til Nuuk saman við Elsu Mariu og tveimum systrum og nú gjørdist knappliga heimligt í Nuuk. Tey vóru í Nuuk fram til 1974 og síðan aftur frá 1978-80, tá Martin knappliga doyði av sjúku.
Í dag býr næstelsti drongurin hjá Hans og Jonnu í Nuuk. Yngsta dótturin og maðurin eru trúboðarar í Eysturgrønlandi.
- Eg má forrestin minnst til at ringja til abbasonin í Eysturgrønlandi í dag, hann hevur føðingardag, sigur Hans, tá vit leggja af aftur í Nuuk.
Hans hevur ikki ætlanir um at pensionerast í Grønlandi.
?????????
Fakta
Hans Sivertsen var fyrsti føroyski trúboðarin hjá Brøðrasamkomuni í Grønlandi. Hann flutti yvir í 1970. Í dag eru átta føroyskir trúboðarar í Grønlandi. Teir eru:
Pamiut-Sukurtoppurin
Bárður Ljósheim og Trygvi og Lena Neshamar
Julianehaab
Jørundur Hansen og Símun Ósá
Eysturgrønland
Niels Miriam Vang. Miriam er dóttir Hans og Jonnu.
Nuuk
Hans og Jonna Sivertsen
Áki og Petry Andreassen