StÍF-KÍF 32-22 (14-10)
Føroyameistararnir av Strondum vóru sunnudagin vertir, tá botnliðið úr Kollafirði kom á vitjan. Einki er at siga til, at strandingar undan dystidum vóru mettir at vera greiðir favorittar, og sum so livdu teir eisini upp til hetta heitið.
Lág leikferð
Í byrjanini av dystinum gekk javnt á, og meginpartin av fyrra hálvleiki fylgdust liðini bæði hampuliga væl.
Seinasta triðingin av hálvleikinum tóku strandingar tó dik á seg, og kundu teir sostatt fara til hálvleiks við einari hampuligari leiðslu.
Í seinna hálvleiki skundaði heimaliðið sær at veksa enn meira um leiðsluna, og hóast kollfirðingar eftir hetta so dánt megnaðu at fylgja heimaliðnum, so kom sigurin ongantíð í vanda.
Av Skála frætta vit annars, at leikliga var dysturin ongantíð tað stóra upplivilsi. StÍF koyrdi sigurin heim uttan stórvegis hóvasták, og uttan nakrantíð veruliga at seta ferð á spæli.
At úrslitið varð sum varð, man ikki koma óvart á nakran, tí sum gongdin hevur verið higartil í hesum kappingarárinum, so hava veikaru liðini ongantíð megnað at gjørt rættuliga fortreð, tá tey hava tikist við oddaliðini.
Gaman í hevur onkuntíð staðið nógv á hjá oddaliðunum, tá tey ikki hava tikið uppgávuna í nóg stórum álvara, men hinvegin eru neyðugu stigini kortini komin til høldar hvørja ferð.
StÍF er sostatt framhaldandi á triðja plássi í landskappingini, nøkur mál aftan fyri Neistan, og hóast munurin upp til vestmenningarnar er fýra stig, so hevur oddaliðið leikt ein dyst meira. Harumframt eru júst vestmenningar komandi mótstøðuliðið hja strandingum, so enn er einki avgjørt í oddastríðnum.
Kollfirðingar hava tó eisini sítt at hugsa um, tí enn eru teir ikki afturúrsigldir í bontstríðnum, so langt í frá. Komandi dysturin hjá teimm er móti Neistanum, har útlitini fyri stigum ikki munnu vera av teimum bestu, men eftir hetta standa bæði H71 og Tjaldur fyri tørni, og er tað helst í hesum dystunum, at neyðugu stigini skulu fáast til høldar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
StÍF: John Petersen 12 (6), Artur Johansen 7. Jónleif Sólsker 3, Sveinbjørn Poulsen 3, Bent Djurhuus 2, Alexandur Johansen 2, Marius Joensen 2, Kristian Peturson 1
KÍF: Vagnur Johansen 10, Jákup Dam 6, Petur Martin Poulsen 3, Finn H. Johannesen 1, Jónálvur Johannesen 1, Emil Petersen 1
Brotskøst:
StÍF 6, KÍF 1
Útvísingar:
StÍF 2, KÍF 7
Diskvalifikatión:
KÍF 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr VÍF:
Ingi Olsen og Alfred Hummeland