Leygardagin hin 7. desember verður jólasøla í skúlanum í Húsavík, sum Hanna Sørensen og Jóhanna F. Jancyardóttir, saman við øðrum hava tikið stig til. Tær báðar hava heitt á fólk um at koma við ymiskum til jólasøluna.
- Vit vænta, at hetta verður ein sera hugnaligur og jólaligur dagur í Húsavík, sigur Hanna Sørensen.
Hon vísir á, at á jólasøluni verða ymisk jólating og ymiskt heimagjørt, og her verður eisini heimagjørt bróstsukur og annað, sum hoyrir jólunum til.
- Sjálvandi verður eisini høvi til kaffi og góðar køkur, leggur Hanna aftrat.
Hugna um bygdina
Hon sigur, at í eini lítlari bygd sum Húsavík hendir ikki so nógv í vanliga gerandisdegnum.
- Vit vilja tí fegin hugna um dagarnar undan jólum við at skipa fyri hesum tiltaki.
Hanna Sørensen er 64 ára gomul. Hon er ættað úr Vestmanna, men hevur búð í Húsavík í meiri enn 40 ár.
Í morgin - 3. desember - eru júst 40 ár liðin, síðan hon og Hanus Sørensen, sáli, fluttu í húsini í Húsavík, har Hanna framvegis býr og seinastu tíðina hevur fingist við at gera ymiskt til jólasøluna.